Skriva út
Matiné í Vesturkirkjuni
18.08.2021 Tíðindi
Leygardagin 21. august kl. 11.30, verður matiné í Vesturkirkjuni við danska tónleikaranum og tónasmiðinum Christian Rønn.
Afturat at vera urguleikari arbeiðir Christian við nógvum ymiskum genrum innan elektroniskan tónleik. Hann hevur skrivað tónleik til fleiri filmir, millum annað til stumfilmarnar “Metropolis” og “The Battleship Potemkin”.
Christian hevur útgivið fleiri fløgur og spælt saman við nógvum navnframum tónleikarum innan elektroniska, alternativa tónleikarapallin sum Ikue Mori, Rhyse Chatham og Karsten Vogel.
Í Vesturkirkjuni fer hann at kombinera orgultónleik við elektroniskan tónleik.
Onnur tíðindi