Skriva út
Matiné í Havnar kirkju leygardagin
24.06.2021 Tíðindi
Leygardagin kl. 11.30, fer ungi urguleikarin Ari Hammer Joensen at spæla til matinéina, sum verður í Havnar kirkju.
Ari er 17 ára gamal og hevur spælt orgul í 3 - 4 ár. Hann er sera nærlagdur í spæli sínum og í tónleikakappingini Stella Polaris, sum var fyrr í ár, vann hann 3. virðisløn í bólkinum við tónleikarum i aldrinum 13 - 18 ár.
Ari spælir ofta til guðstænastur í Havnar kirkju og kring landið. Hann er í fer við at taka orgulútbúgvingina á Tórshavnar musikkskúla og fer nú eisini at royna seg som konsertspælara. Til matinéina leygardagin fer Ari at spæla kend klassisk orgulverk av Bruhns, Buxtehude, Bach, Guilmant og William Matthias.
Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.
Onnur tíðindi