Skriva út

Matiné í Havnar kirkju leygardagin

25.05.2022 Tíðindi
Crescendo

Leygardagin 28. mai kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við kvinnukórinum “Crescendo”, úr Horsens í Danmark, sum er á kórferð í Føroyum.

Kórið var sett á stovn 1981 og í kórinum syngja 20 – 24 sangarar. Leiðari er Bente Lund Degn. Kórið syngur sera nógv sløg av tónleiki – bæði klassiskan, rytmiskan og siðbundnan danskan og útlendskan tónleik.

Á skránni leygardagin er tónleikur av m. a. Hassler, Brahms, Tchaikovsky. Kórið fer eisini at syngja nakrar vælkendar danskar sangir sum til dømis “Den blå anemone”, “I Danmark er jeg født” og “Sig månen langsomt hæver.

Vælkomnin til matiné Havnar kirkju leygardagin.