Skriva út

Matiné í Havnar kirkju leygardagin 17. juli

15.07.2021 Tíðindi
Mynd Kondrateva.jpg

Vera Kondrateva fer at syngja og spæla á slagverk og Kristian Blak fer at spæla á klaver.

Vera er sangari úr folkaslagnum Khanty í landnyrðinspartinum av Sibiriu. Khanty er finsk-ugriskt fólkaslag. Umleið 30.000 fólk tosa málið.

Á konsertferð í Ruslandi, sum tónleikabólkurin Yggdrasil gjørdi til Russlands, var Vera solistur á konsert í býnum Surgut. Hon er áður verið í Føroyum og spælt konsertir og innspælt fløgu við Yggdrasil.

Kristian Blak er sera væl kendur í Føroyska tónleikumhvørvinum. Hann hevur í nógv millum annað skipað fyri Summartónum. Hann hevur gjørt eitt megnararbeiði fyri føroyska tónlist og er eisini virkin tónleikari við konsertum saman við nógvum ymiskum tónleikarum - bæði føroyingum og útlendingum.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30.