Matiné í Havnar kirkju leygardagin
Sangbólkur mMokkat úr Noregi hevur leygardagin matiné í Havnar kirkju. Í bólkinum eu 8 kvinnur, fýra av teimum eru yrkistónleikarar og hinar eru royndir kórsangarar. Tær hava sungið saman í 12 ár og bólkurin hevur heimstað í oynni Stord, sum liggur millum Bergen og Stavanger. Bólkurin hevur sungið nógv á norska Vestlandinum, hevur verið á tónleikarundferð í Norðurnoregi, Trondheim og Bergen. Tær hava eisini verið á turne Litauen.
Repertoirið hjá bólkinum er sera fjølbroytt: Renessansetónleikur, kirkjutónleikur av m.a. tónleikasmiðinum Kjersti Follesø, sum syngur við í ensemblinum, fólkatónleikur og verdsligur nútímans tónleikur og romantiskir sangir. Leygardagin er mest kirkjuligur tónleikur á skránni.
Kjersti Follesø skrivar nógvan tónleik. Bara tann síðsta mánaðin hevur bólkurinfleiri framført fleiri nýggj løg av henni og alt í alt hava tær frumframført yvir 20 verk av Follesø.
Bólkurin leggur dent á at framføra tónleik av kvinnuligum yrkjarum og tónleikarum.
Í sangbólkinum mMokkat syngja: Anne Guro Korsvoll, Ingjerd Kannelønning Kolstad, Maria Malmsten ( listarligur leiðari) Kjersti Follesø (tónasmiður) ,Britt Kristin Balchen, Tone Heide, Siw Vad Haraldsen og Herborg Tegle.
Bólkurin er í Føroyum í fimm dagar og fer at hava konsert í Løkshøll hósdagin 10. kl. 19 saman við Eysturoyar symfoniorkestri, matiné í Havnar kirkju leygardagin kl. 11.30 og í Fuglafjarðar kirkju sunnudagin kl. 16.