Skriva út

Matiné í Havnar kirkju

08.07.2021 Tíðindi
Mynd Andrias Blaasvær, matiná 10. juli.jpg

Leygardagin kl. 11.30 verður matiné í Havnar kirkju við unga violinleikaranum Andrias Blaasvær.

Andrias er 22 ára gamal og lesur tónleik á Kongaliga danska musikkkonservatoriinum við Elisabeth Zeuthen sum lærara. Hann byrjaði at spæla violin tá ið hann 12 ára gamal og byrjaði á musikkmiðnámi í 2015.

Hann hevur luttikið á ymsum kappingum sum Stella Polaris og Jacob Gade, har hann hevur vunnið 3. og 2. pláss. Í 2020 gjørdist hann komponistur við sínum fyrsta verki 'Ballade'.

Hann hevur aftur í ár skrivað eitt verk, sum hesuferð er ein sonata fyri soloviolin í g-moll (hon verður partvíst spæld til matinéina í Havnar kirkju). Andris hevur nú í nógv ár spælt við í symfoniorkestrinum, og hevur eisini einaferð verið solistur har.

Til matinéina ferð Andrias umframt egin verk at spæla klassisk verk fyri soloviolin.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.