Skriva út

Matiné í Havnar kirkju

03.06.2022 Tíðindi
Sámal, Mynd

Leygardagin 4. juni kl. 11.30 fer violinleikarin Sámal Petersen at spæla í Havnar kirkju.

Sámal er kendur violinleikari, útbúgvin á konservatorium í Danmark, konsertmeistari í Føroya symfoniorkestri og lærari í Tórshavnar musikkskúla.

Konsertin leygardagin er solokonsert, har Sámal einsamallur fer at spæla í ein góðan hálvan tíma. Á skránni er 3 tónleikverk av kenda italska violinleikaranum og tónasmiðinum Nicolo Paganini. Øll trý verkini hava navnið Caprice – og hava hvør sítt nr. Tónleikaliga er ein Caprice eitt stykki eftir einum fríum leisti, ofta sera livandi, skjótt, intenst og virtuost.

Sámal fer eisini at spæla stykkið “Álvarann” av Kristian Blak og “Afturundirgerð” av Kára Bæk.

Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.