Matiné í Havnar kirkju
Leygardagin 14. november kl. 11.30, verður matiné við fýra tónleikarum, sum fara at spæla ein strúkikvartet av Edvard Nyholm Debes og Beethoven.
Tey fýra eru Jón Festirstein violin, Atli Ellendersen violin, Angelika Hansen viola og Tóri R. Jacobsen, sum spælir sello. Tey eru øll lærarar í Musikkskúlanum og hava nú sett sær fyri at hava eina matiné í Havnar kirkju har tey spæla saman í strúkikvartet.
Tónleikastykkið hjá Edvard ber heiti Plutos Dream og er frá 2011. Nógv tónleikaskøld hava skrivað strúkikvartettir og Beethoven hevur skrivað heilar seytjan kvartettir. Henda, sum verður framført leygardagin er tann fjóra av opus 18, sum er tær fyrstu seks, sum Beethoven skrivaði um ár 1800. Strúkikvartettin er í c-mol og er, sum flestu stúkikvartettir, í fýra satsum - Allegro, Andante, Menuetto og Allegro.
Vælkomin til matiné í Havnar kirkju leygardagin.