Skriva út

Matiné í Havnar kirkju

22.02.2017 Tíðindi
Matiné í Havnar kirkju (2)

Leygardagin 25. februar kl. 11.30 verður matiné í Havnar Kirkju við floytu- gittarspæli.

Tað eru tey bæði Elsa Maria Dam og Pauli R. Poulsen, sum fara at spæla.

Elsa Maria spælir tvørfloyta. Hon hevur sum barn og ung gingið á Tórshavnar musikkskúla. Síðan tá hevur hon nomið sær útbúgving við Musikkhögskolan i Malmö har hon fekk prógv í 2015. Hon starvast nú sum tónleikalærari á Tórshavnar musikkskúla.

Pauli R. Poulsen er gittarleikari. Hann tók prógv sum Bacehlor in Music (Contemporary Music) við Musicians Institute í Los Angeles í 2013. Hann virkar sum freelance tónleikari og gittarlærari.

Á skránni leygardagin vera verk eftir m.a. Piazzolla, Satié, Fauré og Villa-Lobos.

Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa áhugaverdu matinéina í Havnar kirkju.