Skriva út
Marjun vil vera til staðar fyri øll
10.04.2015 Tíðindi
Nú sunnudagin, 12. apríl verður ein serstøk hámessa í Christianskirkjuni í Klaksvík.
Tá verður nevniliga Marjun Lómaklett innsett í tænastuna sum sóknarprestur í Norðoya Vestara prestagjaldi.
40 ára gamla Marjun varð útbúgvin í Århus í 2001, og hevur áður starvast sum prestur í føroysku Fólkakirkjuni.
Nú, ið starvið sum sóknarprestur varð leyst, søkti hon. Og á fundi í februar mánaði varð hon innstillað til hetta starvið.
FYRI ØLL
Í stuttari viðtalu sigur Marjun, at ein av stóru uppgávunum í nýggja starvinum verður at koma runt í prestagjaldinum.
Hon hevur – sum so – ikki sett sær nøkur serlig mál, sum hon skal røkka í sóknini.
Men eitt fer hon kortini at leggja dent á: At vera nærverandi í prestagjaldinum!
- Eg ynski at vera til staðar og nærverandi fyri øll sóknarbørnini, bæði tey sum búgva úti á bygdunum og teimum sum eru í Klaksvík, slær hon fast.
Norðoya Vestara prestagjald fevnir annars um fimm kirkjusóknir: Mikladalur, Húsar, Kunoy, Árnafjørður og Klaksvík.
SJÓNVARPAÐ
Við gudstænastuna sunnudagin klokkan 11 fer Kórið í Christianskirkjuni at luttaka.
Øll eru sjálvandi vælkomin í Christianskirkjuna, men tað eru neyvan øll, ið kunnu verða við til hesa gudstænastuna.
Hesi verða tó ikki við sviðusoð, tí sjónvarpið fer at taka gudstænastuna upp og senda hana seinnapartin sunnudagin.
Tekstur: Snorra Brend
Mynd: Christianskirkjan á Facebook
Onnur tíðindi