Skriva út
Marjun Lómaklett til Klaksvíkar
30.06.2014 Tíðindi
Biskupur hevur heitt á Marjun Lómaklett prest og biðið hana gera tænastu sum virkandi sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi í summar. Marjun verður virkandi sóknarprestur í juli og august 2014.
Klaksvík er heimstaðurin hjá Marjun, so eyðvitað er hon væl kend í Norðoyggjum. Eitt skifti var hon sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi, eftir at familjan flutti heim úr Danmark, har hon las og síðani røkti kallið sum sóknarprestur í Sæby í norður Jútlandi í 5 ár.
Hóast familjan býr í teimum Sameindu Arabisku Emiratunum, hevur hon javnan kirkjuligar tænastur í DSUK, ið er stytting fyri donsku sjómanskirkjuna og donsku kirkjuna uttanlands. Til dagligt virkar hon sum parttíðar hjálparprestur í ensku kirkjuni Christ Church í Dubai.
JF
Onnur tíðindi