Skriva út

Marjun Lómaklett sum integratiónsprestur

23.06.2021 Tíðindi
MAL.jpg

Hagtøl frá 1. januar 2020 upplýsa, at um 2.000 tilflytarar við ikki-føroyskum uppruna eru í Føroyum. Hesir koma úr sløkum 100 ymiskum londum: 127 úr Norðurlondum og restin aðrastaðni frá. Fleiri mál verða talað í landi okkara, enn vit kanska varnast, og fleiri mentanir og átrúnaðir enn teir, vit vita um. Føroyar eru á einum nýggjum vegamóti.

24. apríl skipaði Felagið fyri kirkjuráðslimir fyri aðalfundi í Gøtu kirkju. Væl var møtt av fólki, og nógv hevði nevndin skipað fyri. Góður matur, gott lag og vakurt varð dekkað. Eisini framførdi Gøtu kirkju ungdómskór meistarliga fyri teimum uppmøttu. Málið við fundinum var at orða ymisk evni, sum hava stóran týdning fyri kirkju okkara, eisini nýhugsan. Eitt nýtt, ið er hent, er, at Fólkakirkjan 1. februar 2021 hevur fingið ein integratiónsprest, sum eisini var høvuðsevnið henda dagin. Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, umrøddi starvið, og eftir døgurða var orðaskifti um hetta.

Marjun hevur longu drúgvar royndir sum prestur í skjótt 20 ár. Umframt at hava verið prestur í Suðurstreymi og í Norðoyggjum, hevur hon røkt prestatænastu í Katar og Sameindu Emiratunum. Kristna kirkjan í hesum londum er ógvuliga samansett, har fleiri fólkasløg, mentanir og kirkjusamfeløg, eru umboðað.

Uppgávan hjá Marjuni í Miðeystri, var at boða gleðiboðskapin, sum er fyri øll, óansæð mun annars. Ein avbjóðandi og gevandi tíð var hetta henni og familju hennara. Royndir og avbjóðingar haðani frá, hava gjørt sítt til, at biskupur valdi at seta Marjun í starvið sum integratiónsprestur. Áhugin fyri teimum fremmandu í landi okkara hevur annars verið í huganum og kenslunum hjá Marjuni, heilt síðan hon sum smágenta kom til Klaksvíkar. Marjun er ættleidd úr Suðurkorea eins og systirin. Tær teljast millum teir fyrstu nýføðingarnar í landi okkara.

Tað almenna ger nakað við evnið; undirvísing í føroyskum verður boðin út, kirkjur og samkomur hava verið við frá byrjan so ella so, og hvar vil Fólkakirkjan verða á hesum øki?

Marjun legði út við at siga, hvør hon er, og hvørjar royndir hon hevur, men hon gjørdi við tað sama, greitt, at hon kundi einki einsamøll. Integratión í Fólkakirkjuni er eitt felags mál, tí tey fremmandu finnast um alt land okkara, og teirra støða er líka ymisk, sum lívið hjá okkum øðrum her á landi.

Nýggi integratiónspresturin greiddi frá, at uppgáva hennara er at hjálpa til, so at vit á bestan hátt taka ímóti nýføroyingunum; eru um tey og hjálpa teimum at gerast partur av samfelagi okkara.

Marjun tók støði í missiónboðum Jesu at gera øll fólkasløgini til Jesu lærusveinar. Vit hava sent fólk út til fólkasløgini við gleðiboðunum, men nú eru fólkasløgini á okkara gátt. Hvat gera vit við tað? Gestablídni er týðandi partur av missiónsboðunum, og føroyingar eru gestablíðir, men at vera gestablíður viðvíkjandi teimum, vit møta fyrstu ferð, er nakað heilt annað enn viðvíkjandi teimum, vit kenna frá familju og vinum.

Sum er, savnar Marjun upplýsingar og kannar støðuna um landið, og fer hetta at taka tíð og krevja orku. Tí hóast tey fremmandu hava verið her á landi í nøkur áratíggju, og hóast nakað hevur verið gjørt við integratión, so er langt á mál. Aftanfyri hvønn einstakan, sum kemur fyrstu ferð til land okkara, og aftanfyri hvørja familju, hongur so nógv við. Tú kemur frá nøkrum kendum og inn í nakað ókent. Tú kemur frá einum heimi og inn í ein nýggjan.

Marjun arbeiðir eisini við at knýta bond við kirkjur og felagsskapir, og so er hon eisini farin undir at skipa gudstænastur á enskum máli, sum eru ætlaðar Fólkakirkjuni at møta okkara nýggju gestum. Eisini arbeiðir hon ítøkiliga við einum faldara, einum vælkomufaldara til tey fremmandu okkara millum, sum m.a. kann liggja í kirkjum okkara um landið.

Eisini legði integratiónspresturin upp til tær staðbundnu kirkjurnar at hugsa við og at hugsa nýtt. Heimasíður okkara kunnu rúma tilflytarunum í landi okkara, og vit kunnu, sum tað longu verður gjørt í summum missiónshúsum og samkomum, skipa tulking, tá ið vit hava okkara gudstænastur. Eisini nevndi hon hugskotið at skipa fyri hugnaløtum, har vit kunnu læra hvørannan at kenna og eta matin hjá hvør øðrum, eins og at skipa samtalubólkar ella bíbliubólkar, har vit kunnu møtast.

Intgratónsarbeiðið hjá Fólkakirkjuni er pionerarbeiði og nýbrot. Marjun veit, at økið, hon er farin inn á, er krevjandi, men hon veit eisini, at tað má gerast. Hetta árið fer hon at kanna, hvat riggar at gera, og hvat ikki riggar.

Undir orðaskiftinum í Gøtu kirkju í apríl, kom fram óttin viðvíkjandi teimum fremmandu, men eisini neyðin, nýføroyingarnir eru í. Vit mugu koma yvir óttan, og vit mugu møta okkara næsta, har hann er.

Eitt hugskot, sum eg sat við, tá ið dagurin í Gøtu kirkju var liðin, er, at vit byrja við at biðja fyri Marjuni og tænastu hennara, og at vit í kirkjubønini biðja fyri tilflytarunum í landi okkara, bæði tá ið deknur er og prestur.

Endurgeving: Bergur D. Joensen.