Marjun Lómaklett innleiddi um filmin Minari
Tá Filmsfelagið sýndi virðislønta filmin Minari mikudagin hin 5. mai, innleiddi Marjun Lómaklett, integratiónsprestur, sýningina við hesum orðum:
Filmurin Minari varð herfyri stóri vinnarin til Oscar-handanina, og hevur hann vunnið 105 altjóða filmsvirðislønir og er í uppskoti at vinna 211 aðrar.
Áhugavert er, at sjálvt navnið á filminum ”Minari” lýsir væl filmin sjálvan, ið snýr seg um ”at flyta”.
”Minari” er eitt koreanskt orð og merkir persilla, verður sett í nýggja amerikanska jørð, og byggir á uppvøksturin hjá leikstjóranum, Lee Isaac Chung, ið hevur røtur úr Suðurkorea.
Somuleiðis er áhugavert, at ferðandi, flóttafólk ella ”tilflytari” ikki er nýtt fyribrigdi og kanska ongantíð betur kent enn júst í okkara tíð – 2021, og upp gjøgnum søguna hevur menniskjað verið og er framvegis á ferð.
Eisini í ymisku frásagnunum í Halgubók eru flyting, ferðing, útlegd ella hetta at fara í útlegd afturvendani evni.
Ymiskar orsøkir og vónin um eina betri og bjartari framtíð hava til allar tíðir fingið menniskju til at leita nýggjar leiðir, fara avstað og stevna móti tí ókenda. Hetta sæst í teimum bíbilsku frásagnunum eins væl og í heimssøguni.
Filmurin snýr seg um tað at flyta úr einum staði til annað og tess avbjóðingar. Sostatt er hetta ein integratiónsfilmur, har tillagingin snýr seg um ”sameining í heild” ella ”sosiala samlaging”, tí hetta ”at flyta” ella eins og persilluplanta at skula festa røtur av nýggjum í fremmandari mold, er ikki altíð sum at siga tað ella lætt.
Fleiri viðurskifti hava sín leiklut í gróðarlíkindunum: dygdin av moldini, hvussu plantan er fyri at vaksa av nýggjum, vætan, veðurlíkindi og aðrar umstøður hava týdning fyri, um plantan festir røtur, veksur og trívist í nýggja lendinum.
Júst hesar gróðarfortreytir er føroyska samfelagið anno 2021 munandi meira varugt við og tilvitað um enn fyri bert 5-10 árum síðani.
Av júst hesi orsøk setir føroyska samfelagið meiri fokus á integratión og sosiala tillaging í samfelagnum. – Sum dømi kunnu nevnast bóklingar, setan av integratiónsnevndum, integratiónssamskipara, -vegleiðara og nú, har kirkjan hevur sett integratiónsprest – til tess at lætta og betra um viðurskiftini hjá ”minari”-plantuni ella tilflytarunum til tess at festa røtur og trívast.
Myndaliga talað eru vit øll okkurt slag av ”minari”-vøkstri, ið eiga at kunna festa røtur og trívast har, vit nú eru sett at vaksa og trívast – í longri ella styttri tíðarskeið – á ymiskum støðum – í lívinum…
Veruleikin er, at lívslagnurnar eru sera ymiskar!
Øll hava vit hvør sína heilt serstøku lívssøgu, og fari eg at siga mína heilt stutt:
Eg var knapt 2 ára gomul ættleidd til Føroya. Her var alt nýtt og ókent, málið, mentanin og fólkini, so tað tók sína tíð, til eg sum barn kendi meg heilt trygga.
Her treivst eg væl, og 19 ára gomul flutti eg til Danmarkar í lestrarørindum. Ein spennandi og gevandi tíð við øðrvísi avbjóðingum í nýggjum umstøðum.
Seinni bar leiðin til Miðeysturs við familjuni, ein stór avgerð við bæði til- og frá-valum av ymiskum slagi. So langt heiman, har alt var øðrvísi, og einki nøkur sjálvfylgja, men alt nýtt og avbjóðandi, so við hvørt var ein bæði ørkymlaður og hjálparleysur, tí eg var stødd í ókendum landi við lívsviðføri heiman, ið sýntist ónýtiligt, so tað kendist, sum nógvir kamelar máttu svølgjast ”heilir”. Men samanumtikið var tíðin sera áhugaverd og rík, ið vit sum familja líta aftur á við brosandi takksemi.
Fyri 6 árum síðani fluttu vit heimaftur, og hóast gøturnar eru kendar, so eru nøkur ting broytt, tá hugsað verður um at eg nú eri roynd í prestastarvinum, ein almenur persónur. Harafturat havi eg nú mann og børn, har serstakliga børnini hava fest røtur, lært seg føroyskt og funnið sær nýggj vinfólk.
Tað er frálíkt at vera heima aftur – og orð Prædikarans í Halgubók renna mær í hug, har hann sigur, at hvør tíð hevur sítt. Ein er tíðin at flenna, at gráta, spjaða, savna, syrgja, lekja og dansa. Alt hevur sína tíð - eyðkenni og avleiðingar.
Somuleiðis hevur alt í lívskringinum sína tíð: at vera borin í heim, barna- og ungdómsárini, vaksnamannatíðin, aldurdómurin og at fara út úr hesum heimi. Vit flyta okkum og hvørt tíðarskeið hevur sítt serstaka - signingar sum avbjóðingar.
Tað snýr seg um at fáa tað besta burturúr lívinum har og hvar, tú ert – á lívsferðini - ikki at gevast á hondum, men at reisa seg/koma aftur á føtur, um ein dettur – uttan mun til, hvør tú ert - ella hvar - í heiminum ein er staddur.
Eg fari at enda at ynskja Filmsfelagnum til lukku við frumsýningini!