Skriva út

Marjun í Kálvalíð prestvígd

16.09.2013 Tíðindi
Marjun í Kálvalíð prestvígd

Verður sett í starvið sum sóknarprestur í Norðurstreymoyar prestagjaldi við tænastuskyldu í Vága prestagjaldi á mikkjalsmessu

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Við kgl. fyriskipan, dagfest 26. september 1986, varð nýtt starv sum sóknarprestur sett á stovn í Norðurstreymoyar prestagjaldi – frá tí degi at rokna, starvið varð sett. Gerhard Hansen tók við starvinum á nýggjárinum 1987. Presturin skuldi hava skyldu eisini at gera prestatænastu í Vága prestagjaldi. Bústaðurin var í Vestmanna.

Marjun í Kálvalíð er nú sett í hetta starv at taka við eftir Ingu Poulsen Dam, sum fyrr í ár tók við sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi. Í gjár, sunnudagin 15. september, vígdi Jógvan Fríðriksson, biskupur, Marjun í Kálvalíð í dómkirkjuni – Havnar Kirkju.

At vígslan er í dómkirkjuni, er tí, at dómkirkjan umboðar Føroya kirkju. Sóknarprestarnir eru við vígslu prestar, ið eftir skipaðum viðurskiftum kunnu gera tænastu í øllum landinum. Tó, sóknarpresturin er, sum orðið sigur, kallaður til eina staðbundna uppgávu, t.e. at vera hirði teirra, ið hava kallað hann – í hesum førum kirkjuliðráðini í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldum. Tí er innsetingin altíð í tí kirkju, sum er sóknarkirkja prestsins, t.e. kirkjan í kirkjusóknini, har prestur býr.

Frammanundan – t.e. áðrenn fólkakirkjan varð yvirtikin 2007, men eftir, at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt biskupsdømi í 1990 – er prestur tó vígdur aðrastaðni enn í dómkirkjuni.

Avloysaraprestur fyri Jákup R. Hansen, sóknarprest í Sandoy, varð vígdur í Sands kirkju. Fyri 1990, tá Føroyar høvdu varabiskup undir Keypmannahavnar biskupsdømi, vórðu prestar vígdir í Vesturkirkjuni og í Vágs kirkju.

Einans biskupur hevur vígslurætt. Tann rættin fekk Jákup Joensen, tá hann frá at vera Føroya próstur í 1963 varð biskupsvígdur og tók við embætinum sum varabiskupur í Føroyum. Fyrsti prestur, vígdur í Føroyum í nýggjari tíð, síðan biskupsembætið varð niðurlagt í 1557, var Kjartan Mørkøre; tað var í Havnar kirkju á syftunsøku – sunnudagin 2. juli 1967; hann tók við sum sóknarprestur í Suðuroyar syðra prestagjaldi. Næstur honum varð Niels Pauli Danielsen, sum í 1968 varð prestvígdur í Havnar kirkju og hetta árið varð settur í starv sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi.

Fyrsti prestur vígdur eftir at Føroyar gjørdust sjálvstøðugt biskupsdømi, var Sonja Klein; tað var í juni 1993; hon skuldi taka við sum hjálparprestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Teir fyrstu prestarnir eftir yvirtøkuna vóru vígdir í august 2007, Símun Persson Jacobsen og Hanus á Gørðum. Tann fyrsti, ið Jógvan Fríðriksson vígdi, var í januar 2008: Theodor Eli Dam Olsen.

Marjun í Kálvalíð er úr Miðvági og hevur áðrenn hon fór at lesa gudfrøði, starvast sum sosialráðgevari. Hon er 53 ára gomul.

Mikkjalsmessudag verður Marjun í Kálvalíð skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Hon verður innsett í tænastuna í prestagjøldunum við hámessu í Vestmanna kirkju sunnudagin 29. september. Tað er dómprósturin Uni Næs, ið skipar prestin í kallið.

Marjun í Kálvalíð er fjórði prestur, ið bæði røkir starv í Norðurstreymoyar og Vága prestagjaldi. Undan henni hava verið Gerhard Hansen, Uni Næs og Inga Poulsen Dam.

Í lítla avbyrgda samfelagnum Føroyum var hitt andliga lívið tengt at kirkjuni og undirvísingini heima. Bíblian, lærubókin, sálmabókin, lestrabókin og nakrar bønarbøkur vóru, sum Kristian Osvald Viderø nevnir við navni í Jorsalaferð sínari, í nógvum húsum. Umframt Brochmand, Kingo og Dass eisini Kosseba, Grønabók, Tjúkkabók, Tárapersa, Aandeligt Sjungkor o.s.fr.

Deknagudstænastan, mest við Brochmands-lestrum og Kingo-sálmum, hevði serstakan týdning, men prestarnir hava havt størstu andligu ávirkanina og myndugleikan yvir fólkinum.

Tað vóru strong krøv, fyrsti lutherski biskupur Sælands, Peder Palladius, við Visitatsbók sínari setti prestunum. Teir skuldu »være Eder til rede saavel Midnatstide som Middagstid, udi Mørke og Mulm, i Regn og Raad, i Kulde og Frost, op af sin Seng til det mindste Barn...« o.s.fr. Prestur má ikki skáka sær undan; hvørki skýggja sjúku, smittu ella vánaligt reinføri; sjálvt ikki illdeymurin frá vesælastu kroysuni skal halda honum aftur at veita hjálp og ugga í nøkrum heimi, har tænasta hansara er fyri neyðini.

Treytirnar hjá prestum í Føroyum vóru uppaftur strangari enn á Sælandi. Vandafullum ferðum um firðir og sund og um fjøll frá kirkju til kirkju slapst ikki undan; og mangir prestar eru dotnir oman ella gingnir burtur á ferðum sínum um kallið. Men sjálvt við deyðanum fyri eyga skal kallið røkjast, sigur Petter Dass, sum á norðlandi Noregs hevði líkar treytir at røkja í sínum prestakalli. Og mangir av gomlu Føroya prestum munnu hava kent seg aftur, tá hann í Norðlandslúðrinum gevur til kennar sína uppfatan av treytaleysu kalsskylduni, her endurgivin í týðingini hjá Axeli Tórgarð:

Tí Norðlandið soleiðis fyri nú er:
Guðsorðið skal boðast um oyggjar og sker
og tað hóast vanda og váða.
Tí hendir tað ikki so sjáldan, at hann,
sum boðini ber, ofta grøv sína fann
blant fiskar í dýpinum bláa.

Vit eiga at røkja várt embæti tó
og vita, hjá okkum er samvitskan góð,
um Guð okkum til sín vil taka.
Og doyggja vit, meðan vit eru á ferð
í sókn ella kirkju, tó heimá tað ber,
í Ísraels vogni vit aka.

Hvat skal ein Guðs tænari leggja í tað,
um honum til leiði er útvalt eitt stað,
sum menniskju ei kunnu finna.
Um vinir til gravar ei bera út hann,
sum Móses av Guði hann jarðfestast kann
og ævigu hvíldina vinna.

Vit mugu sum Jónas ei fara av leið,
men ganga fram okkara ásettu leið,
Guð skal fyri ferðini ráða.
Men kemur hann til mín, tá lotið er blítt,
í skikkjuni fjali eg andlitið mítt
sum Líggjas og fari í náði.

Slík kor og slíkar treytir nýtist ongum í dag at stúra fyri sum í ortodoksiunnar og absolutismunnar øld norðlandsprestsins við treytaleysum lýdni. Marjun í Kálvalíð kann ferðast eftir vegum til hvørja bygd í Norðurstreymoy og í undirsjóvartunli um Vestmannasund í Vágar til hvørja bygd har. Einans Mykines er ikki knýtt í hetta kervi, men er ikki klúgvandi um fjørð, so er tyrlan tøk.

Men ein prestur skal framvegis vera tilreiðar allan sólarkringin at arbeiða sum hirði hjá sóknarbørnum sínum og vera kallinum trúgvur, tá tænasta hansara er fyri neyðini, og gera tað av kærleika. Tí sum Paulus ápostul sigur í fyrra brævi sínum til Tessalonikumanna: »Soleiðis høvdu vit hug til av inniligum kærleika til tykkara at býta við tykkum ikki bert gleðiboðskap Guðs, men eisini okkara egna lív« (1. Tess. 2,8).

Sí fleiri myndir