Skriva út

Marjun í Kálvalíð prædikar á ólavsøku

10.07.2020 Tíðindi
Marj.jpg

Tjóðarhátíð Føroya er ein myndandi partur av samleika Føroya. Ólavsøkudag verður Løgtingið sett, og ein nýggj tingseta byrjar. Tingfólk, landsstýrisfólk og embætisfólk ganga saman við prestunum skrúðgongu úr Løgtingshúsinum oman í Havnar kirkju. Eftir gudstænastuna verður gingið niðan á Tinghúsvøllin, har kórsangur setur dám á løtuna.

Skrúðgongan er ein rík siðvenja. Myndin er talandi. Tann politiska skipanin og Fólkakirkjan hava tað til felags, at vit fólkaræðisliga byggja land, menna landið og skapa virðir og innihald í lívi fólksins. Talan er um tilvitað samstarv, har politiski myndugleikin og kirkjan vara av hvør síni uppgávu og virða rættin hvør hjá øðrum á givnum málsøki.

Vegna Covid-19 og almennu tilmælini verður gudstænastan ólavsøkudag øðrvísi enn vanligt. Inni í kirkjuni verða á hesum sinni einans tey, ið ganga skrúðgongu, kirkjutænarar / hjálparfólk og eitt kór.

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið ikki hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 8 sóknarprestar standa í røðini at prædika á fyrsta sinni ólavsøkudag. Elstur av teimum við atliti at starvsaldri er Marjun í Kálvalíð.

Marjun varð vígd prestur at vera í 2013. Hennara fyrsta kall var í Norðstreymoyar og Vága prestagjaldi. Í september 2019 tók hon við embætinum í Vága prestagjaldi burturav, har hon, enn sum áður, røkir kallið saman við Ingu Poulsen Dam.

Vit ynskja Marjun gleði, eydnu og Harrans signing við prædikuni og gudstænastuni ólavsøkudag.

UN