Skriva út
Marjun Bæk til Fuglafjarðar
15.03.2016 Tíðindi
Søkt hevur verið eftir presti til at røkja Fuglafjarðar prestagjald í einar níggju mánaðir. Sóknarpresturin fer í barnsburðarfarloyvi um miðjan mai. Ein umsókn kom til kallið.
Á felags fundi í Fuglafjarðar kirkju í gjár, hin 14. mars 2016, innstillaðu kirkjuráðini Marjun Bæk í embætið sum virkandi sóknarprestur í prestagjaldinum ta tíð, ið sóknarpresturin er í farloyvi. Prestagjaldið fevnir Fuglafjarðar, Leirvíkar og Elduvíkar kirkjusókn.
Í tænastu upp til eitt ára starvstíð er tað biskupur, ið eftir skipaðum reglum er setanarmyndugleiki.
Miðað verður eftir, at Marjun Bæk er virkin í kallinum á hvítusunnu. Tað verður dómprósturin, ið skipar hana í tænastu.
JF
Onnur tíðindi