Skriva út

Marie: - Kirkjan er okkara basa

03.11.2021 Tíðindi
Hvalvík Maria Fuglø.jpg
Mynd: - Vit eru góð við okkara kirkju, sigur Marie Fuglø, sum býr í Hvalvík.

- Vit eru góð við okkara kirkju. Tí vil eg eisini gera mína ávirkan galdandi, nú kirkjuráðsval er her í Hvalvík, sigur 73 ára gamla Marie Fuglø.

Orð/myndir: Snorri Brend.

Sum flestum kunnugt var kirkjuráðsvalið hildið á mongum ymiskum støðum kring oyggjarnar í gjár.

Har tað bar til, fór tað fram í staðbundnu kirkjuni. Og har tað ikki bar til, varð leitað til onnur egnaði høli.

Soleiðis var støðan eisini í Hvalvík, har fólk høvdu møguleika at fara á val millum klokkan 10 og klokkan 8 í gjár, hesaferð í missiónshúsinum.

Hesa løtuni, tá umboð fyri heimasíðuna vitjaði valstaðið, sótu tey trý í valstýrinum innan fyri diskin, um ein kann siga tað so.

Uttanfyri sótu tvey tilkomin fólk – hjúnini Marie og Jacob Fuglø í Hvalvík, og sum júst tá høvdu gjørt sína borgarligu skyldu og greitt atkvøðu.

- Jú, vit eru sera spent uppá úrslitið í dag, sigur 73 ára gamla Marie Fuglø.

HUGNALIGT
Til hetta kirkjuráðsvalið hava fólk í økinum 8 valevni at velja millum – 4 mannfólk og 4 konufólk úr Hvalvík og Streymnesi.

Nú, tá hetta verður lagt út á heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni er greitt, hvørji teirra eru vald at sita her komandi fýra árini.

Hjúnini Fuglø høvdu greitt atkvøðu um 2-tíðina í gjár, og vóru nú so smátt farin at gera seg klár at fara aftur til hús.

Tey tykjast kortini ikki at hava nakran skund, tí veðrið er ikki nakað serligt uttanfyri. Og tað er heldur eingin orsøk at gevast, tá prátið gongur so lystiliga hesa løtuna.

Fyrsti spurningurin til Mariu er sjálvandi hesin: Hví ert tú farin á val í dag?
Hon ivast ikki eina løtu, og við einum brosi sigur Marie:

- Eg fari á val, tí eg eri góð við okkara kirkju.

Við valið fyri fýra árum síðani var sonur teirra uppstillaður, og kom haraftrat inn í kirkjuráðið. Hann er eisini uppstillaður hesaferð.

- Men valið er loyniligt, so tú fært ikki at vita, hvønn eg havi valt í dag.

FYRI FAMILJUNA
Tað er sjálvandi altíð avmarkað, hvat ein so lítil kirkja, sum henda gamla og hugnaliga kirkjan í Hvalvík megnar at fyriskipa av gudstænastum og øðrum tiltøkum gjøgnum eitt kirkjuár.

Farna vikuskifti var ætlanin at hava eina serstaka gudstænastu, har prestarnir og kirkjurnar í øllum Sundalagnum skuldu skipa fyri.

Henda varð tíverri avlýst vegna nógvu tilburðirnar av koronu, men verður helst eina aðru ferð.

Eitt annað, sum er rættiliga fast í Hvalvík, er familjugudstænastan sum verður hildin fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði.

- Tað er prestur sjálvur, sum stendur fyri hesi gudstænastuni. Og tað eru vit sera fegin um, slær Marie fast.

Eftir gudstænastuna verða øll boðin til eina hugnaløtu í húsinum hjá skótunum í bygdini.

- Jú, hetta er ein sera hugnalig løta.

GÓÐUR PRESTUR
Fyri Mariu og mannin, Jacob er tað at fara í kirkju hvønn sunnudag eitt, ið teimum dámar væl.

Tað er so, sum Marie sjálv tekur til: - Hvalvíkar kirkja er okkara basa sunnudagar!

Umframt tað góða, sum verður boðað av presti ella dekni, so fegnast tey eisini um alt tað, sum er hent í kirkju teirra hesi seinastu fýra árini.

Millum alt tað, sum er hent, er tað at pútur eru komnar á hvønn einasta kirkjubonk, ymiskar handaligur ábøtur eru gjørdar bæði innandura og uttandura, eins og flagtekjan á kirkjuni er løgd av nýggjum.

- Ja, og so er tað sjálvandi eisini tað hent, síðani seinasta val, at vit hava fingið annan prest, nevniliga Jákup E. Petersen. Okkum dámar hann sera væl, sigur Marie brosandi.

----

PS: Seinni, tá atkvøðurnar vóru taldar upp í Hvalvík, fingu tey so at vita, at sonurin, Magnus var afturvaldur, og sleppur at sita fýra ár aftrat í kirkjuráðnum.

Mynd: Eins og í Hvalvík fór valið til kirkjuráðið á Eiði fram í missiónshúsinum – Missiónshúsið ”Karmel”, sum tað eitur.