Skriva út
Maria prestur heldur andakt
19.02.2014 Tíðindi
Í fyrra brævi sínum til kirkjuliðið í Korint skrivar Paulus soleiðis í 12. kap.:
Tað er munur á náðigávum, men andin er hin sami. Og tað er munur á tænastum, og harrin er hin sami; og tað er munur á kraftargerðum, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. Tí at við einum anda vórðu vit jú allir doyptir til eitt likam, annaðhvørt vit eru Jødar ella Grikkar, trælir ella frælsir; og allir fingu vit ein anda at drekka. Likamið er jú heldur ikki ein limur, men mangir. Um fóturin segði: »Við tað at eg eri ikki hond, hoyri eg ikki til likamið,« so heldur hann fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. Og um oyrað segði: »Við tað at eg eri ikki eyga, hoyri eg ikki til likamið,« so heldur tað fyri tað tó ikki uppat at hoyra til likamið. Um alt likamið var eyga, hvar varð tá hoyrnin? Um alt var hoyrn, hvar varð tá lukturin? Men nú hevur Guð sett limirnar, hvønn einstakan av teimum, á likamið, eftir sum honum líkaði. Men um teir allir vóru ein limur, hvar varð tá likamið? Men nú eru tað mangir limir, men eitt likam. Eygað kann ikki siga við hondina: »Eg treingi ikki til tín!« ella høvdið við føturnar: »Eg treingi ikki til tykkara!« Nei, nógv heldur eru teir limir á likaminum fyri neyðini, sum tykjast okkum at vera hinir veikastu. Og líður ein limur, tá líða allir limirnir við, og verður ein limur heiðraður, tá gleðast allir limirnir við. Men tit eru likam Krists og limir ein og hvør fyri seg. 1 Kor 12,4-6; 13-22; 26-27.
Amerikanski forsetin og herleiðarin Dweight D. Eisenhover, skal einaferð hava talað at einum av sínum herovastum, tí hann segði um ein hermann, at hesin var bara ein hermaður – og minti hann á, at herinum var betri lív laga uttan herovastar enn uttan hermenn. ‘Um bardagin verður vunnin, verður hann vunnin av okkara hermonnum, segði Eisenhower.
Munur er á náðigávunum, segði Paulus, og vit mugu sanna, at so er. Tað er ymiskt hvat er lagt í okkum. Men eisini sigur hann, at munur er á tænastum. Tíbetur, kunnu vit leggja afturat, av hesi somu orsøk, at náðigávurnar eru ymiskar. Men í øllum er Guð hin sami, sum virkar alt í øllum.
Vit eru savnað her í dag, kirkjuráðslimir úr øllum landinum. Ymisleikin er í hæddini. Uppgávurnar eru nógvar, tænasturnar eru ymiskar, men Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. Ymiskar eru gávurnar, vit hava fingið frá skaparanum. Og ymiskar eru uppgávurnar, vit taka á okkum. Sum kirkjunnar tænarar eru vit øll í Harrans tænastu, og soleiðis saman um uppgávur og avbjóðingar, kirkjan býður við og stendur í. Kirkjuna eru vit saman um, øll kallað og doypt inn í hesa somu kirkju. Vit eru hennara livandi steinar, yrkti sálmaskaldið, øll limir á Kristi likami, hvør við síni uppgávu. Ymiskar, men tó allar neyðugar.
Fábulskaldið Aesop vísir eisini í einum av sínum fáblum á týdningin av, at vit virða hvør annan, í tí arbeiði, einum og hvørjum er álagt. “Ein dagin løgdu limir likamsins til merkis, at teir gjørdu alt arbeiði, meðan magin fekk allan matin. Teir kallaðu saman til fundar, og eftir drúgt kjak varð avgjørt, at farast skuldi í verkfall inntil magin játtaði at taka á seg hóskandi part av arbeiðinum. Í ein dag ella tveir noktaðu hendurnar at taka matin, muðurin noktaði at gapa, og tenninar høvdu tískil einki at gera. Men triðja dagin byrjaðu likamslimirnir at kenna maktarsloysi og møði. Hendurnar orkaðu ikki at flyta seg. Muðurin var turrur og beinini orkaðu ikki at halda restini uppi. Soleiðis sóu tey til endans, at sjálvt magin, hóast sera friðarliga og uttan nakað hóvasták, gjørdi umráðandi arbeiði fyri likamið, og at øll vóru noydd at arbeiða saman, tí annars gekk likamið til grundar.
Guð er hin sami, sum virkar alt í øllum. Uppgávurnar eru ymiskar, og kunnu í útsjónd tykjast ymiskar í týdningi. Men latið okkum í dag hava hetta í huga, at eingin limur á Kristi likami er uttan sítt serstaka virðið. Hvørki øvund ella vanmet sømir seg innan kirkjugátt. Tí líður ein limur, ja, so líða allir limirnir. Latið okkum heldur heiðra hvør annan, so at alt Kristi likam kann verða heiðrað og alt Kristi likam kann gleðast – Guði til æru og okkum til signing.
Latið okkum í felag biðja!
Faðir vár, tú sum ert í himlunum! Heilagt verði navn títt; komi ríki títt; verði vilji tín, sum í himli, so á jørð; gev okkum í dag okkara dagliga breyð; og fyrigev okkum syndir okkara, so sum vit eisini fyrigeva teimum, ið móti okkum synda; og leið okkum ikki í freistingar; men frels okkum frá tí illa; tí at títt er ríkið, valdið og heiðurin um allar ævir! Amen.
(Hesa andaktina helt Maria Jørðdal Niclasen sóknarprestur leygardagin 15. Februar 2014 á skeiðinum fyri kirkjuráðslimum).
Onnur tíðindi