Skriva út

Maria nýggjur deyvaprestur

28.11.2018 Tíðindi
Maria nýggjur deyvaprestur

Deyvasamkoman í Føroyum hevur fingið nýggjan prest, eftir at Jónsvein Bech gavst sum deyvaprestur fyri sløkum trimum árum síðani. Nýggjur deyvaprestur er kvívíksprestur, Maria Jørðdal Niclasen. 

- Tá ið Jónsvein Bech segði starvið frá sær, varð starvið lýst leyst, og eg hugsaði beinanvegin, at tað hevði verið spennandi at roynt – bæði fyri at givið mær sjálvum fleiri førleikar við at læra eitt nýtt mál sum teknmál, og at læra eina nýggja mentan. Samstundis sá eg týdningin av at vera har sum kirkja fyri allar okkara borgarar, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

Tá ið starvið so ikki varð sett, setti hon seg í samband við Jógvan Fríðriksson, biskup, og segði honum, at hon var sinnað at taka við starvinum, um tað annars bar til. Til dømis sá hon tað sum alneyðugt, at hon lærdi teknmál. Og hon er eisini so smátt komin í gongd  við at læra teknmál.

- Eg havi fingið játtað 40 tímar frálæru í teknmáli á kvøldskúlanum her í Kvívík í vetur, so tað er ein byrjan. Seinni fari eg undir eina meira skipaða teknmálsútbúgving í Danmark, men enn er ikki heilt greitt, hvussu tað verður skipað, sigur Maria Jørðdal Niclasen.

Hon sær fyri sær, at tá hon hevur lært teknmál heilt væl, kann tað eisini lata upp fyri nýggjum og øðrvísi møguleikum aftrat gudstænastum, t.d. fyrilestrum og øðrum samkomum í kirkjuligum samanhangi.

Sálarhirði

Christina Johannessen, deyvaráðgevi, fegnast um, at tey deyvu aftur hava fingið prest. Nú er uppgávan at skipa soleiðis fyri, at Maria Jørðdal Niclasen fær neyðuga útbúgving í teknmálstulking.

- Vit hava tætt tilknýti til ein av deyvaprestunum í Keypmannahavn, Lise Lotte Kjær. Síðani Jónsvein Bech fór úr starvinum, hevur hon verið í Føroyum og havt gudstænastur. Bergur Debes Joensen, prestur, hevur eisini havt tvær deyvagudstænastur við tulki, so tað hevur verið bara gott. Men tað sum vit ynskja, er at fáa ein prest, sum við tíðini kemur at duga teknmál væl. Tað er umráðandi, at gudstænastur og kirkjuligar handlingar fara fram á teknmáli, sigur Christina Johannesen.

Deyvaráðgevin vísir eisini á, at eitt av stóru ynskjunum hjá deyvasamkomuni er at fáa prest sum sálarhirða.

- Deyv mugu hava tulk við allastaðni, tí ongin dugir teknmál. Skulu tey til lækna, so má tulkur við, skulu tey til sálarfrøðing, so má tulkur við. Tí síggja vit fram til, at nýggi deyvapresturin verður so kringur í teknmálstulking, at óneyðugt verður við tulki, um ein deyvur hevur tørv á sálarrøkt, sigur Christina Johannessen, deyvaráðgevi.

Maria Jørðdal Niclasen er samd við deyvaráðgevanum, og hon sær tað sum eina av sínum týdningarmiklu uppgávum í framtíðini at vera sálarhirði hjá teimum deyvu.

Kelda: Deyvafelag Føroya