Skriva út

Mánamorgunin byrjar Vøggusangurin aftur í Hoyvíkar kirkju.

02.09.2016 Tíðindi
Mánamorgunin byrjar Vøggusangurin aftur í Hoyvíkar kirkju.

Hetta hevur altíð verið eitt sera vælumtókt tiltak, og longu er fullteknað hesaferð. Eyðbjørg Hansen leiðir Vøggusangin, og fólk kunnu venda sær til hennara, um tey ætla at taka lut seinni í ár. Hon fær hjálp frá Oddvør Johansen. 18 mammur við børnum koma saman á hesum sinni til Vøggusangin.