Skriva út

Magnus í Grund: - Kórið er sum ein familja fyri meg

11.11.2014 Tíðindi
Magnus í Grund: - Kórið er sum ein familja fyri meg

Fyri trimum árum síðani varð ein avgerð tikin, sum fekk stóran týdning fyri kirkjufólkið í Gøtu, og fyri tey ungu sum dáma væl kórsang.

Tá varð nevniliga Ungdómskórið í Gøtu kirkju stovnað, við Símuni Hammer sum kórleiðara. Hann er eisini urguleikari við kirkjuna.

Síðani tá hevur kórið vant nógv og sungið nógv saman, bæði heima og úti.

Ein teirra, sum syngur við í kórinum er 22 ára gamli Magnus í Grund, sum er ættaður úr Søldarfirði, men býr í Klaksvík.

At hann skal koyra til Gøtu at venja við kórinum, hevur einki at siga fyri hann:

- Eg njóti at vera saman við í hesum ungdómskórinum, sigur Magnus í Grund, sum á myndini stendur fyrstur á myndini í harrarøddunum.

GÓÐAN BOÐSKAP

At hann kom við í ungdómskórið, kann hann í roynd og veru takka tveimum konum fyri.
- Tær høvdu biðið meg fara uppí. Eg tosaði so við sjálvan kórleiðaran, og hann greiddi mær frá venjingunum og nær tey vandi.

- Hann bað meg bara møta upp, og síðani tá havi eg verið partur av kórinum, greiðir Magnus frá.

Hann var eisini við, tá Ungdómskórið sang við eina gudstænastu, sum sjónvarpið hjá Kringvarpinum sendi í farna mánaði.

Undir liðini á sær, og frammanfyri seg hevði hann fleiri onnur ung, ið eisini elska at syngja sangirnar undir leiðslu av Símuni Hammer.

- Eg eri við í kórinum við tí endamál at bera ein góðan boðskap út til fólkið, gjøgnum sangin sum vit syngja, slær hann fast.

VENJING OG HUGNI

Tá ein syngur í einumhvørjum kóri, so gerst ein samstundis partur av tí heilt serstaka felagsskapinum sum er millum sangararnar.

Hetta sama kann Magnus eisini skriva undir uppá:

- Fyri meg hevur tað nógv at siga at vera partur av hesum kórinum, har vit mangan hava tað stuttligt og hugnaligt saman.

- Jú, eg trívist sera væl millum hesi fólkini, sigur hann.

Tað kann mangan tykjast møtimikið at skula venja ein sang aftur og aftur. Men tá úrslitið fyriliggur og sangurin skal framberast, er møðin og stríðið gloymt.

- Vit syngja gjøgnum sangirnir og hugna okkum saman, tá vit venja.

- Hetta kórið er sum ein stór familja hjá mær, og eg njóti at vera við í hesum ungdómskórinum, sigur Magnus í Grund.

Orð: Snorri Brend