Skriva út
Mær gav Sankta Mortan
07.11.2018 Tíðindi
Í fleiri gomlum, føroyskum vísum og sangum verður tikið til Sankta Mortan, sum dagurin Mortanmessa, 11. november, verður hildin til minnis um. Vísurnar vitna um ein gávumildan, gudrøknan mann, og tað hóskar væl til eina halgisøgu, sum sigur, at hann einaferð hitti ein biddara og gav honum helvtina av kappa sínum. Somu nátt droymdi hann Jesus í hesum hálva kappa sínum. Morgunin eftir, tá hann vaknaði, var kappin heilur
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Komandi sunnudag, 11. november, er mortansmessa. Sankta Mortan (uml. 315-11. nov. 397) er halgimenni. Hann verður eisini nevndur Saint Martin ella Martin í Tours, stundum eisini Mortan bispur. Hann er verndarhalgimenni hjá húsdýrum og biddarum. Í Fraklandi er hann tjóðarhalgimenni.
Mortan var ættaður úr Sabaria í rómverska landslutinum Pannoniu (núverandi Ungarn), men flutti ungur til Pavia í Italia. Faðir Mortans var herhøvdingi í rómverska herinum. Tá Mortan var fimtan ára gamal, noyddist hann at gera hertænastu. Hann fór sum hermaður til Galliu (núverandi Frakland).
Ein av teim mest kendu halgisøgunum um Mortan snýr seg um kappa hansara – ein hermannakappa – sum hann skar sundur og gav einum av kulda illa fyrikomnum biddara aðra helvtina. Hann droymdi somu nátt, at Jesus kom til hansara og gav honum hálva kappan aftur. Tá Mortan vaknaði morgunin eftir var kappi hansara heilur.
Við hesum dreymi í huga og undrinum við heila kappanum læt Motan seg doypa. Hann fór úr herinum og gjørdist munkur í Tours, har hann stovnaði eitt klostur í Poitiers.
Mortan prædikaði á ferðum í Vestur- og Miðfraklandi. Og nógv avhildin sum hann var, kjósaði kirkjuliðið í Tours hann til biskup 4. juli í 371. Hann sýtti fyri at búgva innan fyri býarmúrin og læt tí eitt klostur byggja uttanfyri. Hetta klostrrið varð seinni kent sum Marmoutier.
SAMBÆRT SØGNINI hevði Mortan ongan hug at gerast biskupur. Hann goymdi seg í einum gásarhúsi, men gæsnar gákaðu so illa eftir hesum óbodna gesti, at hann varð avdúkaður.
Mortan doyði doyði 8. november og varð jarðaður í Tours 11. november 397. Henda dag hevur síðan verið siður í mongum londum at hava gás til døgurða. Í onkrum føri dagin fyri, mortansaftan.
Tá ið jólini síðsta dansikvøld fyri føstu verða tald, verður farið upp á gólv við vísuni »Mær gav Sankta Mortan«, har í endanum verður tikið soleiðis til:
Mær gav Sankta Mortan
fimm fæ og fýra fár,
trý flikki og tvær gæs,
ein fjøður av tí fugli,
ið væl kundi at fljúva.
Í Eysturríki, partvís í Týsklandi, Hollandi og Flandern ganga børn í skrúðgongu við lykt mortansaftan. Á odda er maður á hestbaki ílatin sum Sankta Mortan meðan børnini syngja um halgimennið. Slíkur siður hevur seinni í tíðini eisini verið í Danmark.
Tjóðminnafrøðingar siga, at tá Sankta Mortan hevur verið so væl fagnaður og fólk hava tikið undir við at halda minningardag hansara, so er orsøkin m.a., at fleiri eldri siðir frá gomlu heystartakkartíðini, ið vígd var heidnum gudum, vórðu festir at minnisdegi hansara. Og ein leivd av hesum er mortansgásin, sum einaferð hevur verið tald upp í offurdýrini.
Og síðan er halgisøgan um Mortan í gásarhúsinum løgd aftrat seinni í tíðini. Hesar veitslurnar, sum hildnar vórðu á mortansmessu, gjørdust stundum tann beri ólevnaður; fólk bæði drukku og hildu dans og gleim í kirkjunum. Á einum fundi í Tours í árinum 567 royndu katólsku kirkjumenninir at steðga hesum ósømiliga atburðinum. Men gildini hildu kortini fram, og at nógv varð gjørt burturúr eisini her í Føroyum man hetta ørindið úr Fuglakvæði Nólsoyar Páls vera váttan um:
Hiplingur gár frá borðum breið
við øllum, her var inni
bakur og bensi á gólvi sita
og drekka Mortans minni.
Gamalt veðurtekin er, at veðrið á mortansmessu boðar frá, hvussu tað fer at vera á jólum. Er lýtt henda dagin verða jólini hvít. Og tey, sum gáað hava um veðrið á mortansmessu plaga at taka soleiðis til: svimur dunna á mortansmessu, skreiðir hon á jólum, men skreiðir hon á mortansmessu, svimur hon á jólum. Og so verður eisini sagt, at er hann útsynningur á mortansmessu, fer ættin at liggja tann vegin líka til kyndilsmessu.
MORTAN LUTHER varð føddur mortansaftan og doyptur dagin eftir, mortansmessudag, og fekk navn sítt eftir hesum degi. Og tá vit tala um Sankta Mortan sum hin gávumilda mannin, kann vera mint á orð Luthers: »Tær góðu gerðirnar gera ikki ein mann góðan, men ein góður maður fremur góðar gerðir.«
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð, at teir menn í Føroyum, sum hava fingið navnið Mortan ella Martin, kunnu vera kallaðir upp eftir Martin í Tours, men helst hevur tað meira verið eftir Martin Luther. Umframt menn, sum hava itið Mortan sum fornavn og Luther sum millumnavn, eru kvinnur navninum Martina Lutherana.
Nevnast kann, at ein annar kendur maður verður eisini settur í samband við mortansmessuaftan. Tað var tann dagin, at Henry Morton Stanley inni í frumskóginum í Afrika fann mannin, hann leitaði eftir, David Livingstone. Tá teir hittust, skuldi Stanley siga: »Doctor Livingstone, I presume« (Dr. Livingstone, haldi eg meg síggja). Men aftursvarið, hann fekk, er kanska ikki so væl kent: »Jú, og eri takksamur fyri, at eg eri her og kann bjóða tygum at vera vælkomin.«
Mortansmessa hevur verið hildin um øll Norðurlond. Í íslendskum álmanakkum hevur hon verið nevnd »marteinnsmessa«. Í Føroyum hevur hon verið hildin sum ein av mishalgidøgunum, ið hvussu so er í katólskari tíð við messu og gudstænastu, men seinni í tíðini ikki hildin so heilag sum eitt nú mikkjalsmessa (29. sept.), tá lestur hevur verið lisin fyri ikki so langari tíð síðan.
Tikið hevur verið til mortansmessu í dagligari talu sum tíðarfesting, og tað best kenda dømið um hetta man vera úr kvæðinum »Harra Pætur og Elinborg«:
Fríggjadagin í páskaviku
fóru tær út í hav,
tær komu ikki til landanna
fyrr enn Sankta Mortans dag.
NAVNIÐ MORTAN er latínskt og merkir ‘stríðshugaður’. Sum hermaður samtykkir navnið kanska við Mortan í Tours, men í halgisøguni møta vit honum sum tí eyðmjúka og gávumilda manninum, ið fremur góðar gerðir.
»Sanniliga sigi eg tykkum, at so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær.« (Matt. 25,40). Ein góður gerningur er í samsvari við boð Guds um miskunn og næstakærleika. Sambært Nýggja Testamenti verða kristin fólk mett eftir teirra gerðum í sannari trúgv og gudrøkni (Matt. 5,16; 1. Pætursbræv 2,12), og á evsta degi dømir Gud eftir gerningum teirra (2. Kor. 5,10).
Men so er eisini umráðandi at minnast til – og sum Luther so staðiliga ger okkum greitt – at frelsu vinnur menniskjað við trúgv, ikki við gerningum (Rom. 4,5; 11,6). Gerningur uttan trúgv, er innihaldsleysur. Bert ein ytri glansur í mannaeygum.
Hitt óloysiliga sambandið millum trúnna og gerðirnar er, at tann frelsa, ið boðað verður um Guds gávu, kemur til sjóndar í einum heimi og eini mannaætt, sum eru undir kærleikans fullkomna harradømi.
Onnur tíðindi