- Mær dámar væl lestrarnar hjá Dahl
- Vit eru fýra deknar her, og gera vit tænastu í tvær vikur ísenn sigur Anna Hvannastein, sum er ein av deknunum í Kunoyar kirkju
Orð/mynd: Snorri Brend (folkakirkjan.fo)
KUNOY – grein 5 av 6: Tað er ikki hissini bakgrund, sum deknurin í Kunoyar kirkju hevur, meðan hann ella hon stendur har á kórsgáttini og lesur inngangsbøn, lestur ella útgangsbøn.
Frammanfyri deknin situr kirkjufólkið, men á stóru altartalvuni aftanfyri er Kristus á krossinum avmyndaður, við Jesu móður og lærisveininum Jóhannus tætt við krossin.
Altartalvan er yngri enn kirkjan, ið annars var vígd í 1867. Sagt verður um hesa altartalvuna, at hvør bátur hjá kunoyingum legði í nøkur ár ein tosk burturav, flakti og saltaði hann, og seldi hann síðani til faktor Djurhuus í Klaksvíkshandlinum. Hesin átók sær so at útvega teimum eina altartalvu og ljósakrúnu.
Sum myndin vísir, er altartalvan bæði stór, myrk og dramatisk, og sum kirkjufólkið upplivir hvørja ferð tey eru í kirkju – annaðhvørt talan er um gudstænastu við presti ella dekni.
Kunoyar kirkja hevur fleiri kirkjutænarar, og eisini deknar. Ein teirra er omanfyri nevnda Anna Hvannastein, sum júst er farin um tey 64 árini.
- Ja, vit eru fýra deknar her, og gera vit tænastu í tvær vikur ísenn. Í dag var eg avloysari, tí at tann, sum átti at lesa, bað meg gera tað fyri seg.
- Men um 14 dagar er tað so mítt tørn aftur, greiðir Anna frá. - Jú, mær dámar væl at vera deknur her.
BARA TÁ PRESTUR ER
Sjálv minnist Anna ikki júst, nær hon byrjaði sum deknur her í Kunoyar kirkju. Øðrvísi er tó, tá talan er um grannabygdina, Haraldssund, sum eisini er heimbygd hennara.
- Eg byrjaði at sum deknur har í 1997, men her í Kunoy havi eg verið nú í nøkur ár, greiðir Anna frá.
Í Haraldssundi er ikki kirkja, og tí verða gudstænastur hildnar í skúlanum, men altso bert tá prestur er. Tað vil so aftur siga, at ein hevur ikki deknagudstænastu í Haraldssundi.
- Tað vóru eisini tíðir, tá vit høvdu gudstænastu hvønn sunnudag. Nú, ið vit vóru rakt av koronu, var rættiliga ójavnt, hvussu ofta vit høvdu gudstænastu.
- Men einar fýra gudstænastur um árið. Tað er onkustaðni har á leið, sigur hon.
LONG OG TRÚGV TÆNASTA
Hjá øllum kirkjutænarum kemur dagurin, tá ein fyrstu ferð skuldi lesa inngangsbøn, ringja, ella spæla preludium ella sín fyrsta sálm.
Ein sunnudag kom eisini túrurin, tá Anna skuldi lesa fyrstu ferð. Og henda dagin minnist hon væl:
- Ja, henda dagin var tað altso eg sum skuldi lesa útgangsbønina, við hesa rættiliga serstøku gudstænastuna, minnist Anna aftur á.
Jú, hetta var í veruleikanum ein serstøk gudstænasta í Haraldssundi. Í fyrsta lagi var tað tí, at bispur hevði gudstænastuna. Og í øðrum lagi fekk Símin Petur Rasmussen eisini fortjenstmedalju frá Margretu drotning fyri langa og trúgva tænastu. Hann hevði tá verið deknur í meiri enn 40 ár.
- Eftir henda dag tók eg við sum deknur í Haraldssundi, og síðani eisini her í Kunoy.
STÓRIR BÓKSTAVIR
Henda sunnudagin, tá greinskrivarin frá heimasíðuni vitjaði í Kunoy og spældi til sálmasangin, var gudstænasta við presti. Deknur var Anna Hvannastein.
Men í eini so lítlari bygd kemur tað munandi oftari fyri, at tað er gudstænasta við dekni. Og tann upplagdi spurningurin til Annu er tí, um hon hevur nakra favoritt-bók at lesa lestrarnar út.
Anna greiðir frá, at hon brúkar tær bøkurnar, sum liggja í kirkjuni, umframt tað at hon sjálv eigur tvær lestrabøkur eftir Jákup Dahl. Aðra átti pápi hennara, meðan hon fekk hina frá Niels Paula Danielsen, sum var prestur her í prestagjaldinum í mong ár.
- Mær dámar rættiliga væl lestrabøkurnar hjá Dahl, av teirri orsøk, at tær eru so góðar at lesa úr. Tær hava so passaliga stórar bókstavir, eins og tað er góður avstandur millum reglurnar.
- Men sjálvandi lesi eg eisini viðhvørt úr øðrum lestrabókum, vísir Anna á.
- - - -
KIRKJULÍVIÐ Í KUNOY
Hetta er fimta greinin úr Kunoy. Hinar fýra greinarnar eru:
1) Gott at koma saman um Guds orð - trýst her:
2) Jesus hevur alt at siga fyri meg - trýst her:
3) Biðisløgini fáa fólk at enda gudstænastuna í kvirru og tøkk - trýst her:
4) Jógvan er í kirkju hvønn einasta sunnudag - trýst her:
Í sættu og seinastu greinini, sum kemur seinni, hitta vit Sørin Danielsen, sum hevur víst kirkjuni trúskap, bæði sum kirkjufólk og kirkjutænari.