Skriva út
Má umvælast: Havnar kirkja er niðurslitin
16.12.2014 Tíðindi
- Tað er langt síðani, at nakað er gjørt við Havnar kirkju. Men nú verður hon umsíðir umvæld.
Tað sigur Ása Justinussen, forkvinna í Kirkjuráðnum, tá Sjónvarpið hitti hana á máli hóskvøldið.
Tað eru longu liðin nógv ár síðani at nakað varð gjørt við kirkjuna. Men nú má tað altso gerast:
- Kirkjan er illa farin. Ein sær slit allastaðni, sigur forkvinnan.
ROTNIR PLANKAR
Ása Justinussen sigur, at hetta slitið sæst á nógvum støðum, millum annað á sjálvum prædikustólinum.
- Hann er so illa farin, at herfyri datt eitt petti av bordanum úr.
- Og gólvið frammi í kóri treingir eisini til umvælingar. Tað er so illa farið, at fólk kunnu detta um brettini.
Aðrastaðni inni í kirkjuni ber til at síggja, at málingin er skallað av nógvastaðni innanveggja, og uttandura eru fleiri rotnir plankar at síggja.
Tað er kortini ikki bara soleiðis at skula umvæla eina so gamla kirkju sum hesa. Veruleikin er, at Havnar Kirkja er friðað í klassa A, og tí eru myndugleikarnir ið vara av fornminnum við í einum slíkum arbeiði.
STONGT
Sum skilst á Ásu Justinussen er ætlanin at umvælingin byrjar fyrst í komandi ári.
Hesa tíðina, meðan arbeiðið er í gongd, verður Havnar kirkja stongd.
- Vit hugsaðu einaferð um at hava gudstænastur í kirkjuni um páskirnar. Men vit sleptu hesi ætlanini, tí tað fer bara at órógva arbeiðið, sigur hon.
Hon vísir á hinar báðar stóru kirkjurnar í høvuðsstaðnum – Hoyvíkar kirkju og Vesturkirkjuna, hagar fólk kunnu leita sær í kirkju og aðrar kirkjuligar tænastur.
- Men skrivstovan her í kirkjuni, hon verður opin sum vanligt, sigur Ása Justinussen í samrøðuni við Sjónvarpið.
Eftir Snorra Brend
Onnur tíðindi