Skriva út

Lýstu Bach bæði við tónleiki og kertum

18.12.2017 Tíðindi
Lýstu Bach bæði við tónleiki og kertum

KIRKJUBØUR: Ein partur av okkara siðbundnu gudstænastu eru teir vøkru tónarnir frá urguni, sum gera sítt til at sálmasangurin kann ljóða so vakurt og yndisligt.
Soleiðis er í flestu kirkjum kring oyggjar okkara – men Ólavskirkjan í Kirkjubø er tó eitt undantak í so máta: Har er nevniliga eingin urga.
Hesin veruleiki forðaði kortini ikki ætlanini at skipa eina serstaka gudstænastu við nógvum tónleiki í hesi hugnaligu kirkjuni frá 1200-talinum, og sum samstundis er okkara elsta.
Tiltakið var skipað eftir eini fyrimynd úr St. Martin-in-the Fields-kirkjuni í London, har ein konsert er á hvørjum ári við heitinum ”Bach in Candle Light”.
Eitt av myrku kvøldunum í farnu viku varð soleiðis skipað fyri eini slíkari konsert, har klassiskur tónleikur eftir Johann Sebastian Bach var á skránni. Í sama viðfangi var kirkjan uttan prýdd við ljósmyndum í slíkum litum, sum ein annars kennir frá lokala listarmanninum, Tróndur Patursson. Innan settu kertuljósini sín serliga dám á kirkjurúmið.
Ein teirra, ið hevði leitað sær til Kirkjubøar hetta kvøldið var Birgir Kruse. Hann er íðin bloggari, og á bloggi sínum - http://birkblog.blogspot.com - hevur hann fleiri myndir frá konsertini.
Um konsertina sjálva sigur hann soleiðis:
- Hetta var ein sera góð løta í djúphugsan, nú jólini og blinkstrandi søluljósini eru í hondum.
Konsertin vardi í slakan tíma. Leggjast kann aftrat, at Ólavkirkjan var fullsett av fólki.

LAGAÐ EFTIR UMSTØÐUNUM
Upprunaliga var tað Jóhan Mortensen, ið fekk hugskotið til konsertina, sum Føroya Stiftsstjórn og Tórshavnar kommuna annars skipaðu fyri í Ólavskirkjuni.
Samskipari og frásøgumaður var Ólavur Jacobsen, sum spældi klassiskan guitar, eins og ein strúkikvartett við Moniku Stauss Joensen, Jón Festirstein, Jens Christian Guttesen og Jonu Jacobsen framførdi.
- Hetta var alt samalt í andanum hjá Bach, sum skuldi levera tónleik hvønn sunnudag, bæði til vanliga messu og til hámessu,
- Ikki bara tað. Hann skuldi samstundis altíð leggja tað til rættis eftir høvi og umstøðum, sum til dømis her í kirkjuni, legði Ólavur dent á.

LITIR OG GLASLIST
Longu tá fólk vóru á veg innar í kirkjuna løgdu tey merki til tað stóra arbeiðið, ið var gjørt fyri at skapa tann rætta Bach-hugnan, um ein kann siga tað so.
Carsten Arnskov, ið er tøkningur í Kringvarpinum, hevði nevniliga myndprýtt kirkjuna uttan við ljósi upp á veggin í litum, sum vit annars kenna úr litaðu glaslistini hjá Tróndi Paturssyni. Umframt hetta sóust eisini søguligar portrettmyndir av Bach og hansara nótaskriftum í skiftandi liti og skapi.
- Vit vóru her vitni til teir siðbundnu litirnar og til teir psykedeliskt hallusinerandi litirnir og myndirnar hjá Carsten, sum vóru væl proportioneraðar eftir kirkjuvegginum.
- Við døggváta gluggan sá eg fyrst mín egna skugga kastaðan upp á veggin, meðan strúkikvartettin gjørdi klárt at spæla frammi í kóri, greiðir Birgir Kruse frá.

BACH – ALT ÁRIÐ
Prestur í Ólavskirkjuni var Meinhard Bjartalíð. Hann byrjaði hugnaligu løtuna við kertum og Bach, og til endans las Meinhard eina bøn, sum Sólrun Michelsen hevði orðað. Eftir tað reistust øll og sungu av hjarta sálmin ”Gleðilig jól”, tí ikki sást at lesa.
Góða undirtøkan gevur vón um, at ein slík ”candle-light” konsert kann gerast eitt afturvendandi tiltak hesa myrku ársins tíð.
Ella sum Jóhan Mortensen sigur tað:
- Hetta kann eisini takast uppaftur ”in summer light” í Múrinum, so Kirkjubøur framyvir verður eitt kraftsentur við tónleiki eftir Bach.
Aftaná konsertina beyð bóndin, Jóannes Patursson, niðan í Roykstovuna, har Føroya Bjór setti Luther og Katarinu bjórið á borðið.
Jú, her var av sonnum talan um ein konsert sum talaði til bæði til anda, sál og likam!


Orð: Snorri Brend
Myndir: Birgir Kruse/http://birkblog.blogspot.com