Skriva út

Lýsingin eftir presti afturtikin.

12.04.2013 Tíðindi
Lýsingin eftir presti afturtikin.

Biskupur hevur í dag tikið lýsingina eftir presti til Norðstreymoyar og Vága prestagjald aftur. Freistin at søkja kallið varð sett til 15. apríl 2013 kl. 15,00.

Orsøkin til hetta óvanliga stigið er, at kirkjuráðslimir hava ymiska fatan av, hvør eigur at innstilla prestin. Tvístøðan hevur avgerandi týdning.

Starvssetan sum tænastumaður og sóknarprestur er eitt álvarsmál, og hevur biskupur valt at lata eina nevnd av serkønum, ið ikki hava havt við málið at gera, greina og lýsa málið enn einaferð.

Tá málið er búgvið, verða avvarðandi partar kunnaðir og søkt verður av nýggjum eftir sóknarpresti við bústaði í Vestmanna.

Tey, ið hava víst lýsingini áhuga, eru kunnað um avgerðina.

Tórshavn 12. apríl 2013
Jógvan Fríðriksson, biskupur