Skriva út

LUTHER Á LEGU

16.03.2017 Tíðindi
LUTHER Á LEGU

330 KONFIRMANTAR VÓRU SÍÐSTA VIKUSKIFTIÐ Á LEGU Í LEGUHÚSINUM Í NESVÍK, HAR LUTHER VAR HØVUÐSEVNIÐ.
Tað gjørdist ein metstór lega, tá ið 330 konfirmantar síðsta vikuskiftið savnaðust úr øllum landinum til konfirmantlegu í leguhúsinum í Nesvík. Her vóru unglingar úr Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Vágum, Nólsoy, Sandoy og Suðuroy.

Ongantíð fyrr í Føroya søgu man slík konfirmatiónslega hava verið fyri so nógv í senn. Farið var heimanífrá fríggjamorgunin til Nesvíkar og ríkari av upplivingum var farið heimaftur leygarkvøldið. Heilir 20 av sóknarprestum landsins við konfirmantum sínum.
Nógv var á skránni. Luther var høvuðsevnið á leguni nú 500 ár skjótt eru liðin, síðani Martin Luther negldi 95 setningar sínar á kirkjudyrnar í Wittenberg. Undirvíst var um sakramentini, søguna um Luther, lutherska myndlist, bíbliuáskoðan Luthers og Luthers sola – at vit verða rættvísgjørd av náði eina við trúgv eina vegna Krist eina avdúkaður í Skriftini eina.

Men á leguni var ikki bara undirvísing. 330 leguluttakararnir hugnaðu sær við spæli bæði innan- og uttandura. At sparka fótbólt á vøllinum, stuttleika sær á spæliplássinum, hoppa á pútuni, rógva bát í hylinum, jú konfirmantarnir manglaðu ikki nakað at gera. Umkring áhugatímarnar varð sungið nógv bæði úr sálmabókini, Várljóð og øðrum. Fleiri vitjaðu á leguni við ymiskum undirhaldi. Postarenning var, har konfirmantarnir sum rættir skótar skuldu brúka kumpass og telja fet. Kumpassina, ja, hana hava tey jú á egnari snildfon, sum tey eisini brúktu á ymisku postunum og til spurnarkappingarnar inni í salinum.

Vegna so stóra luttøku máttu fleiri konfirmantar sova í skúlanum á Oyrarbakka. Tey fóru úr leguhúsinum seint fríggjakvøldið og vóru aftur tíðliga leygarmorgunin. Hóast hetta eydnaðist væl, verður sæð fram til, at útbyggingin av leguhúsinum verður liðug, soleiðis at karmarnir rúma 330 konfirmantum alla leguna.

Foreldrini hjá konfirmantunum eiga størstu tøkkina. Var tað ikki fyri øllum foreldrunum, sum hjálptu til við at baka bollar og køkur, hjálptu til við matgerð og uppvaski í køkinum, vóru dagvaktir, náttarvaktir og kamarsleiðarar, ruddaðu og vaskaðu, so hevði henda lega ikki borið til. Stóra tøkk skulu tit foreldur hava. Og takk skulu konfirmantarnir, prestarnir og allir aðrir luttakarar annars hava fyri eina framúr væl eydnaða konfirmatiónslegu.

DERHARD JÓGVANSSON, MARS 2017