Skriva út
Løtumynd í ævinleikans kervi
03.02.2014 Tíðindi
Sunnudagin 26. januar byrjaði Havstein Klein tænastu sína í einum embæti í føroysku Fólkakirkjuni. Talan er um eitt tíðarskeið, ið telur 9 mánaðir, nú sóknarpresturin Anne Mette fer í barnsburðarfarloyvi.
Tað var av sonnum ein hátíðarlig, viðkomandi og heit gudstænasta. Dómpróstur skipaði Havstein í kallið við væl valdum orðum, ið kunnu lesast á heimasíðuni. Havstein prædikaði yvir dagsins tekst. Tað var hugaligt hjá mær at síggja ein av mínum gomlu næmingum á prædikustólinum, vit sum í sínari tíð lósu latín á Kambsdali saman við Derhardi presti.
Sangkórið setti ein serligan dám á gudstænastuna. Tey sungu sum einglar, sum tikið verður til, okkum til mikla gleði og skapara himins og jarðar til heiðurs og prís. Vælkendi urguleikarin Heðin Kambsdal, ið eisini er listamaður, stjórnaði kórinum. Vit, ið hava gjørt tænastu í longri tíð vita, at Fuglafjarðar kirkja er kend fyri avbera góðan sálmasang, ja bæði hetta kórið, onnur kór og tey, ið syngja uppi á loftinum við urguna.
Á ein serligan hátt er Fuglafjarðar kirkja komin til sín rætt við teimum møguleikum, sum kjallarin kann hýsa. Nevnda dag var góður døgurði fyri innbodnum. Ein góð løta, góð máltíð og unnilig samvera.
Anne Mette dugdi væl at heilsa nýggja prestinum, og tað bæði sást og hoyrdist, at hon av sonnum hevur livað seg inn í hjartað á teimum, ið varða av kirkjunum í prestagjaldinum. Ein dugnalig kvinna, ið so fyrimyndarliga hevur lært seg føroyska málið. Vit ynskja henni, Leif og børnunum Harrans signing, nú farloyvið er byrjað.
Havstein dugdi væl at skilja sín leiklut sum avloysari eitt tíðarskeið. Í virðing fyri arbeiðsgongdini í kirkjuliðunum vildi hann gera sítt allar besta. Vit kenna Havstein, sum ein nærlagdan mann, ið eisini hevur nomið sær royndir sum prestur í Afrika, har hann saman við konuni Beintu, ið er sjúkrarøktarfrøðingur, gjørdi tænastu. Vit ynskja eisini teimum gleði í arbeiðinum og Harrans signing.
Góðar royndir at fáa inn í fólkakirkjuna, nú vit spakuliga fara at seta diakoni á breddan. Kallið til tænastu heima í Føroyum og missión úti í heimi. Fólkakirkjan er spakuliga ávegis og mennist í hugsan og verki.
Orð: JF.
Myndir: Kjartan Madsen
Onnur tíðindi