Skriva út

Løta, ið minnist

28.01.2013 Tíðindi
Løta, ið minnist

Tað var ein vøkur og tignarlig løta í Dómkirkjuni sunnudagin 27. januar 2013, tá ið nýggi presturin eystan Múla, Maria Jørðdal Niclasen, varð prestvígd.

Prestarnir í tænastu og kalli og teir, ið eru farnir frá vegna aldur, mannaðu garð um nýggja unga prestin. Hugaligt, at starvsfelagarnir møttu so fjølmangir.

Tó er tað nakað annað, ið dentur verður lagdur á á hesum sinni. Vakurleikin og tignin kemur ikki av ongum. Einki uttan einki kemur av ongum, tá talan er um átøk og verk, ið skulu avrikast.

Nevni á hesum sinni tað tónlistarliga. Tað var jú tónleikurin og sangurin, ið gav gudstænastuni ta ljómandi fyllu, ið gjørdi løtuna tignarliga, so hon ikki einans er, men er ein frægd fyri oyrað og sinnið, ja enntá letur eyguni upp, so vit síggja ymiskar litir í sjálvum kirkjuskipinum. Tað sømdi seg løtuni, at deknur og klokkari, tey bæði Sigrun Hammer og Anfinnur Johansen, vóru vøkur og snøgg í føroyskum búna.

Dómkirkjan er ein góður karmur um eina prestvígslu, og eisini tann ósjónliga manningin ger sær ómak. Alt er hugsað væl ígjøgnum. Einki er tilvild.

Gudmundur Mortensen er ein frágera góður urguleikari. Men, hann er meir enn tað. Hann dugir væl at leggja til rættis og draga fólk at sær, sum við sangi og tónlist lyfta gudstænastuna upp á eitt høgt støði, ja væl upp um alt tað vanliga og dagliga. Tað var av sonnum hátíð, og mong hava havt hetta á orði, ið sóu sjónvarpið ella hoyrdu útvarpið.

Teir báðir Gudmund og Tróndur Olsen á trompet gjørdu løtuna minnisríka. Ein fanfara ljóðar ikki hvønn dag í kirkjuni, og so tónlistin, ið fær okkum at hugsa, takka og hugsa stórt. Tøkkin verður hervið borin teimum alment.

Nógv góð fólk dugna kirkjuni, og Havnarkórið sang Gloria og eina Motett. Harafturat lyftu tey sálmasangin á eitt høgt støði, so eisini teir smærru lerkarnir í skipinum ella kórinum føldu seg flúgvandi. Takki Ólavi Hátún, kórleiðara, og hansara fólki mangar ferðir. Sjáldan eri eg í tí støðu, at mær fattast orð. So mikið størri er gleðin, tøkkin og nøgdsemi.

Mynd: Jónheðin H. Tróndheim
Orð: Jógvan Fríðriksson

Sí fleiri myndir