Skriva út

Løgini bera yrkingarnar

03.12.2012 Tíðindi
Løgini bera yrkingarnar

Í sambandi við útgávu av bókini »Føroysk sálmaløg« við løgum eftir Knút Olsen til sálmar og týðingar eftir Petur Jacob Sigvardsen var sangløta í Havnar Kirkju mikukvøldið 28. november. Savnið er fruktagott úrslit av samstarvi millum ein lærara og skúlaembætismann og fyrrverandi næming hansara á yrkinga- og tónlistaøkinum

Pól á Kletti

Skal eini yrking vera lív lagað, er neyðugt, at hon er sangbar og at antin kend ella nýggj løg bera hana uppi. Tað eru fosturlandsyrkingar okkara dømi um. Tær vórðu um aldaskiftið 1900 yrktar til áður kend løg; helst norðurlendsk. Og oftast til fólkafundir.
Her hendi ein sonn eksplosjón. Føroyingar, ið áður bert dugdu kvæði á roykstovugólvinum og sungu sálmar í kirkjuni, fóru nú brádliga at syngja. Teir sungu fosturlandssangir í góðum veitslulag og á veg um firðir og sund á fólkafund og heimaftur.

Stutt eftir fóru so tónasmiðir okkara at evna løg til hesar fosturlandsyrkingar – og tær verða sungnar enn – í samkomum og á fundum úti og inni.

Sama er við sálmum og andligum sangum sum við fosturlandssangunum. Løgini eru bakkin, teir verða bornir okkum á.

Nógv fólk vóru í Havnar Kirkju mikukvøldið 28. november klokkan sjey, tá nýggja lagasavnið eftir Knút Olsen »Føroysk sálmaløg« við sálmum og týðingum eftir Petur Jacob Sigvardsen varð lagt alment fram.

Kórið Tarira undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen framførdi løg og sangir úr nýggja savninum. Døtur Knúts, Jensina og Anna Maria, sungu solo og saman sálmar við nýggju løgunum.

Præludium og postludium við nýggju løgunum spældi Gudmund Mortensen, organistur í Havnar Kirkju. Jógvan Fríðriksson, biskupur, var frásøgumaður og stjórnaði framløguhaldinum.

Talan er um 65 løg við sálmum og týðingum eftir P. J. Sigvardsen, sum forlagið Búgvin gevur út. Savnið er 145 síður.

‒ ‒ ‒

Á frampermuni er tekning av Sandavágs kirkju, á bakpermuni av Gjáar kirkju. J. P. Gregoriussen hevur teknað.

Tónaskaldið Knút Olsen er úr Sandavági, yrkjarin P. J. Sigvardsen frá Gjógv, men var mong ár búsitandi í Sandavági og var lærari í Miðvágs-Sandavágs Skúla (á Giljanesi). Og Lagasavnið »Føroysk sálmaløg« er vorðið til í samstarvi millum ein fyrrverandi lærara á Giljanesi og ein næming, sum tók preliminer-prógv í sama skúla í 1963. Petur Jacob Sigvardsen var lærarin, Knút Olsen næmingurin.

»Okkara vegir bóru eisini saman á annan hátt, við tað at Petur Jakku spældi í kirkjuni og í meinigheitshúsinum, sang í Sandavágs Sangkóri ‒ stjórnaði tí eitt skifti. Seinni fóru vit báðir úr bygdini, og leiðir okkara runnu ikki saman aftur av álvara, fyrr enn áður nevnda samstarv kom í lag,« sigur Knút Olsen.

Petur Jakku hevur skrivað og savnað mangt og mikið, og eftir at hann legði frá sær í føstum starvi, hevur skrivligt arbeiði rættiliga tikið dik á seg. Millum tær trettan upprunabøkur, hann higartil hevur givið út, er ein teirra »Mær er sagt um ein stað«, sum kom á heysti 2010.

Innihaldið í henni er sálmar, sangir og stuttlestrar.

»Eini 3-4 ár frammanundan komu vit stundum á gátt hvør hjá øðrum, og burtur úr hesum spratt m.a. tað, at eg fór undir at seta løg til nakrar av teimum sálmum/sangum, sum seinni vórðu prentaðir í nevndu bók. Hetta var í 2007,« sigur Knút Olsen í formælinum í nýggja lagasavninum.

Hvat ið fór at spyrjast burturúr, visti eyðvitað eingin tá. Men løgini komu, og nú, málið er rokkið, gjørdist úrslitið 65 løg, savnað í »Føroysk sálmaløg«.

‒ ‒ ‒

Í Havn var Knút Olsen fólkaskúlalærari. Í 1973 kom Petur Jacob Sigvardsen til Havnar og tók við starvi sum skúlaráðgevi, seinni sum deildarleiðari á landsskúlafyrisitingini.

Her bórust ‒ sum nevnt ‒ leiðir teirra aftur saman ‒ á yrkinga- og tónlistarliga økinum.

»Sum frá leið, bant hetta samstarv ‒ at eg yrkti og sendi Knúti, og hann gjørdi løg og spældi tey fyri mær ‒ okkum enn fastari saman, og vitjanirnar hvør hjá øðrum gjørdust týttari,« segði Petur Jacob í røðu á framløguhaldinum í Havnar Kirkju mikukvøldið og helt fram:

»Hesin skapandi nærleikin, at ein av okkara mætastu tónaskaldum nú sat og gav hesum nýggju sálmum so vænan og hugvekjandi ljóm, var mær bæði ein íbirtari og kveikjari á leiðini. ‒ Lagt kann her verða afturat, at var eg lærarin á Giljanesi og Knút tann evnagóði næmingurin, so hevur stundum verið øvugt á sofuni, har vit mangan hava sitið og lisið sálmarnar ígjøgnum, og har bæði málsligu og tónlistarligu gávur Knúts eru komnar væl við.«

Petur Jacob nevndi tvey dømi um ta tónlistarligu skapandi trá, sum býr í einum sonnum tónaskaldi:

»Eitt summar fyri árum síðan spurdi eg Knút, hvar hann hevði verið. Hann segði seg hava verið við Hvilvtkinnavatn, ið ber orð fyri at hava stór síl.

Spurdi eg tí, hvussu nógv síl hann hevði fingið. ‘Síl?’ smíltist hann spyrjandi til mín. ‘Eg hevði bert pappír og blýant við mær. Legði meg summarnáttina við vatnið at lýða á fuglaljómin og við honum fara inn í dreymalandið.’ Ta løtuna rodnaði eg av skomm og kendi meg sum ein materialistiskan sílafiskara. Seinni segði hann við meg, at hann hevði verið í Sjeyndum í somu ørindum.«

Knút við húski hava eisini vinfólk í Mexico, sum tey plaga at vitja, og segði Petur Jacob seg hava fingið eitt langt teldubræv sendandi frá honum ta einu ferðina. Úr Mexico ljóðaði heilsanin, at Knút skrivaði seks løg til sálmar hjá Petur Jacobi á ferðini vestur um hav.

»Mær lystir at vita, hvussu mong tey munnu vera, ið tað hava gjørt!« segði Petur Jacob Sigvardsen.

‒ ‒ ‒

Av tí at nýggja lagasavnið hevur 53 løg, ið svara til tekstir í mongum av sálmum okkara, er aftast í savninum gjørt eitt samsvarandi yvirlit.

Harumframt eru tólv lagaheiti í yvirlitinum, har bert stendur ‘egið lag’, av tí at eingin sálmur í Sálmabókini hevur tað stev, ið svarar til.