Skriva út
Ljósins boðberi
12.03.2018 Tíðindi
Tjaldrið og grækarismessa eru ikki bara ein tjóðskaparlig ímynd og mynd av sprettandi vári við gróðuri og yðjandi lívi í náttúruni. Tann sangur, sum vígdur er tjaldrinum og grækarismessuni, »Tjaldur ver vælkomið«, kann eisini nýtast sum mynd av lívinum um aldur og allar ævir. Um Jesus Kristus – ljósins mikla boðbera
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Coelestem adspicit lucem (lat.: »hon skoðar hitt himmalska ljósið«). Henda innskrift er at lesa yvir høvðsinngongdini í Keypmannahavnar Lærda Háskúla á Frúartorgi. Orðingina eigur Hagen Hohlenberg (1797-1845), gudfrøðiprofessari. Oman fyri setningin er høggmynd av eini ørn, ið er tekin um anda menniskjunar, ið trákkar móti hæddum høgum og ljósinum har.
Munurin á eini ørn og øðrum fuglum er einans støddin. Allir hava teir somu funktión og allir ferðast teir undir víðum lofti – summir hægri, aðrir lægri – og skoða teir ljósið úr hvør síni hædd. Og hjá okkum her á landi boðar flytifuglurin frá, at dagar toygna og at vár, summar og lýkka eru í nánd. Teir bera við sær ljósið!
Í dag er grækarismessa. Ein dagur, sum í okkum birtir lív og vón og eisini fosturlandskenslur. Tí tann fuglur, hesin dagur er vígdur, er tjóðfuglur okkara.
Um Jákup Dahl, próst, verður sagt, at í øllum, hann talaði og skrivaði – á bundnum og óbundnum máli – var ein prædika. Og hetta umdømi man vera á góðari leið; eg hugsi her um hugleiðingina/stuttlesturin »Vegurin niðan á oyggj« (pr. »Ávegis«, 1935). Próstur hevur fingið hugskotið frá einum fólkafundi í Hesti 1934, tá hann í alføgrum summarsveðri er á veg eftir gøtuni niðan á Snið, sum er ein av trimum frá bygdini niðan á oynna. Hann hugleiðir um øll tey mongu ættarlið, sum í sínum yrkadegi hava traðkað hesa gøtuna. Vit koma upp í hetta liðið og halda fram við tí arbeiði, sum aðrir hava sett á. Men so smýgur próstin sær á, tí gøtan niðan á oyggj fær hann sum prædikumann at tala til hjartað og sálina:
»Eitt enn fekk henda gøta meg at hugsa um. Hetta, at gøtan skákar og gongur á snið, ger, at hon er lættari at ganga. Hevði hon gingið beint niðan eftir, hevði hon verið nógv tyngri. Ja, tá mundi hon í støðum verið ov tung.
Men nú ‘lívsgøta’ okkara egna! Hvussu gongur hon? Vit síggja hana ikki. Men man hon hjá nøkrum ganga heilt beint fram? Man hon ikki heldur, eftir øllum tí, sum vit fáa at merkja og síggja, á merkiligan hátt snúgva og skáka sær í ymsar ættir?
Hví tað? Fyri at tað skal vera lættari hjá okkum at ganga; ja, fyri at tað yvirhøvur skal vera framkomandi. Har munnu vera brattar, sum annars høvdu verið ov tungir.
Hvør er tann, ið hetta ger? Tað er tann Guð, sum kennir okkum øll, sær út yvir alt, skipar fyri øllum og leggur alt til rættis.
Tað er tann trúfasti Guð, sum ikki vil loyva, at vit verða freistað út um tað, vit orka; men sum saman við freistingini eisini vil gera útgongdina út úr henni, so at vit kunnu halda tað út.« (1. Kor. 10,13)
Heim ferðast hugur
Jákup Dahl (1878-1944) var ættaður úr Vági. 27 ár undan fólkafundinum í Hesti er hann lærari í Karise. Ein várdag, sálin er vetrarstird, finnur hann fjálga við at gera eina hugans ferð heim til Føroya, mót »havinum vestur«, á Vágseiði, og yrkir tá sangin »Á grækarismessu«. Hetta er í 1907, og undir dulnevninum »Tormaður« letur hann yrkingina »Á grækarismessu« árið eftir prenta í Tingakrossi (11. mars 1908).
Hetta er tann sangurin, ið vit betur kenna sum »Tjaldur ver vælkomið« við lagi eftir P. Alberg.
Sum gudfrøðingur er Jákup Dahl sjálvandi alkønur í kirkjusøgu og kann tí geva geva grækarismessu ein líka so sælan dám við tjaldurssongi sínum sum fedrarnir, ið hildu dagin heilagan. Og halgur er hann, tá vit hoyra »klippið«, hetta vælkenda ljóðið frá kærkomna summargestinum.
Grækarismessa hevur verið hildin sum (mis)halgidagur í Føroyum í gomlum døgum. Hon ber navn eftir Gregor Mikla páva, sum doyði 12. mars 604. Hann skipaði fyri mongum ymiskum og gav boð og leiðbeiningar um lívið í kirkjuliðunum og hjá hinum einstaka. M.a. sigst hann vera íbirtari til »gregorianska kirkjusangin«, sum sang- og tónleikakøn halda seg kenna aftur í føroysku kingoløgunum.
Tey munnu ikki vera mong í Føroyum í dag, sum hugsa um Grækaris páva í Róm, men heldur um tjaldrið, og at grækarismessudagur er vígdur tjóðfuglinum. Ein mynd, sum í tóðskapartíðini er tikin úr Fuglakvæði Nólsoyar Páls, har skaldið sjálvt bregður sær í tjaldursham og verjir smáfuglarnar (føroyingar) ímóti rovfuglunum (yvirvøldini).
Men væl er tó hesin dagur valdur sum tjaldursdagur, tí at tað er um hetta mundið, hesin ferðafuglur leitar aftur higar á klettarnar. Sverre Patursson í Kirkjubø var hann, sum fekk í lag grækarismessuhaldið – ikki bara við atliti til tjaldrið, men til náttúruna og at vit fara væl um hana og yðjandi fuglalívið har. Tí sum hann segði: »Fuglameingi er landsvirði«. Í dag 12. mars eru liðin 75 ár síðan Skótalið Sigmunds Brestissonar, eftir tilmæli Sverra, skipaði fyri fyrsta grækarismessuhaldi í Føroyum. Sjálvur helt Sverre røðu á Vaglinum í Havn.
Skótaliðini kring landið hava síðan átikið sær at skipa fyri grækarismessuhaldi við skrúðgongu við røðum, hornblástri (har ljómlið eru) og eisini felagssangi. Hevur ikki viðrað uttandura, hevur grækarismessuhaldið verið innandura í onkrari samkomuhøll.
Um grækarimessuleitið kann framvegis vera kalt og kavi, og mangan man hava sviðið illa í knøunum hjá dreingjum í stuttum skótabrókum og gentum í skótaniðurdeili tá hvøssu heglingsælini herjaðu. Í 1979 skuldi Jóhs. Álvheyg halda grækarismessurøðu í Havn. Hon varð útsett nakrar ferðir vegna kavarok.
Men hóast kavarok og ilsligt veður verður sungið:
Tú ber okkum boð um ein ljósari dag,
at nú er brátt summar í hondum.
Í grækarismessusangi sínum letur Jákup Dahl birta ta vón í okkum, at tað tekur at sumra umsíðir. Og skaldið hevur haraftrat vón um, at tað eisini tjóðskaparliga fer at ríva í hjá fólkinum. Tjóð eitur á fremmandamáli ‘natión’; úr latíni ‘natio’/‘natus’ = føddur. Hvussu mangan munnu vit ikki í útlendskum útvarpsrásum á jólum hava hoyrt hesi latínsku messuorðini: »Christus natus est« ‒ Kristus er føddur. Sum serstøk tjóð eru vit fødd inn í ein felagsskap og hava felags ættarrøtur, felags søgu, mentan og mál.
Aftur til prædikumannin. Tjaldurssangurin kann eisini nýtast sum mynd av tí kristnu vónini, ið ikki er bundin at árstíðini ella fylt av tjóðskaparligum og øðrum vónum og væntanum. Í boðskapinum um hann, sum opinberaði dýrd sína býr tann kristna vónin. Axel Tórgarð sigur í morgunlestri á grækarismessu:
»Vit eru von at siga: Har, sum lív er, har er vón. Tann kristna vónin er beint tvørturímóti og sigur: Har, sum vón er, er lív. Lívið í teim skiftandi viðurskiftunum her í verðini og lívið um aldur og allar ævir. Tað er tað lívið, sum grækarismessa og tjaldrið boða, og tað er hann, Jesus Kristus, sum er er hin Mikli.«
Náttúran – hin stóra kirkjan
Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans.
– Ámos 4,13
Fyribrigdi í náttúruni, ið onkursvegna verða hildin at víkja frá umhvørvinum, kunnu viðhvørt draga sagnir at sær, sum t.d. 625 m høga fjallið Postulakirkja í Ytra Heimara haga á Bjørgum í Vestmanna.
Staðarnøvn við sakralum innsigi hava vit ymsastaðni í Føroyum. Fyri kristna tíð t.d. Hósvík, Tórshavn, Velbastaður og Hov, har gudahov mugu haldast hava verið. (Navnliðirnir hós- og tórs- benda á norrøna gudin Tór.) Í kristnari tíð kyrjarheygar, vígdáir, krossstíggjar o.s.fr., sum benda á einhvørja kristna halgigerð. Og í Vestmanna hava vit so hetta fjallið við seinna navnliðinum ‘-kirkja’. Hildið verður, at tað hevur samband við keltisku kristmenninar í Føroyum – írsku munkarnar, ið nevndir vórðu papar, og sum Paparøkur í Vestmannabjørgum og Papurshálsur í nánd av Saksun benda á.
Postulakirkja er sjáldsamt fjall og hevur sjáldsamt navn, ikki ólíkt kirkju; og kann navnið í styttingarsniði sipa til, at talan er um halgan stað, vígdur ápostlunum (sí ‘postula’). Írsku munkarnir søgdust fjakka sum ápostlarnir tólv í tali. »Guds felagar« (kuldaar) nevndu teir seg.
Vit kunnu um náttúruna siga – við Postulakirkju sum myndbering – at sjálvur skapari hennara býr ikki í templum, ið mannahendur hava bygt. Og hetta minnir m.a. Ámos profetur okkum á so tíðliga sum í áttandu øld fyri okkara tíðarrokning (sí Ámosar bók í Gamla Testamenti).
Ámos er ein av smáu profetunum í Ísrael. Ein seyðamaður, ættaður úr Tekoa sunnan fyri Betlehem, sum livdi á døgum Jeroboams 2. kongs í Ísrael uml. 786-746 f.Kr. Um hetta mundið ráddi vælferð í Ísrael, og væl hevði gingist Jeroboami kongi at vinna á moabittum og aramearum og víðka landamark sítt. Men breiðar herðar skulu til at bera góðar tíðir. Í sigursglæmuni fylgdi ólevnaður og skurðgudadyrkan. Óskilið hevði vundið so nógv upp á seg, at Gud sendi Ámos til fólkið við ávaring um revsing.
Og fallkomnu ættina, Ísrael, letur Ámos vita, hvørjum drotti, hon skal búgva seg til at møta: »Hann, sum myndað hevur fjøllini og skapað stormin, kunngjørt monnum hugsanir sínar og gjørt hevur morgunroðan og myrkrið og gongur yvir jarðarinnar hæddir, Harrin, Gud herliðanna, er navn hans.«
Á grækarismessu er vert at steðga á við profetaorð Ámosar og minna okkum á dýra skaparverk Guds, náttúruna, ið hann hevur givið okkum sum felags gávu og vil, at vit skulu røkja væl.
Í hesum stóra messumánaðinum mars – og annars altíð – finna vit skapara okkara í tí óendaligu kirkjuhøllini, sum náttúran er. Og her stendur tað til hvønn einstakan okkara at røkja hesa kirkjuna og fara væl um hana. Tí her eru vit øll tænarar við somu skyldum.
Í hesi høll – her høgt er til loft og vítt til veggja – kunnu vit í okkum lata stórleikan kveikja ávarpandi (altar)ljós, so eisini komandi ættarlið finna røttu gøtuna út higar í víddirnar og at vit her veita teimum henta vitan um gróður, grót og grund, um fólk og fæ og fuglamál.
Hetta er hin ríki førningurin, sum vit øll kunnu samgleðast um, nú grækarismessa er og vit fagna tjaldrinum, sum ber okkum boð um »ein ljósari dag, at nú er brátt summar hondum«.
Onnur tíðindi