Skriva út

Ljósið rann, sum lívgar gleði

16.02.2015 Tíðindi
Ljósið rann, sum lívgar gleði

Nakrar føstuhugleiðingar

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Ljósið rann, sum lívgar gleði
ljós, ið vann í myrkri megi,
ljós, sum vert er lov og prís.
Kirkjuliðið fylkist fegið,
Guði ber á hesum degi
lovsong fyri paradís.

Bernt Støylen / Gudm. Bruun


Í orði Guds til okkara er tann troyst, at vit ikki skulu óttast, tí at Gud Harrin er ljós og frælsi. Hetta ljós og frælsi loysir frá tí, sum bindur – loysir og leiðir út úr tí, sum hevur læst og byrgt inni.

Orsøkirnar til slíka innibyrging kunnu vera mangar – eitthvørt ytri, ið forðar ella eitthvørt í sjálvari lyndisgrundini, ið skuggar og tyngir.

Men hvussu víkir og vendir, er Harrin tað ljósið, sum lívgar og gleðir, soleiðis, sum norski biskupurin Bernt Støylen í umyrking Gudmundar Bruun minnir okkum á. Ljósið, sum vann í myrkri megi – ljós, sum vert er lov og prís. Tí, at Harrin ikki bert gjørdi ljós og sól, hann er bæði sólin og ljósið.

Og nú sólin hækkar og vit nærkast fyrsta várdegi (22. februar), eru hesi orðini í Sálmunum í Gamla Testamenti verd at hava í huga: »Tín er dagurin og tín er náttin, tað var tú, sum gjørdi til ljós og sól. Tú setti fyrst jørðini mørkini øll, tú bjóst til summar og vetur.« (Sl. 74,16)
Vit eru nú stigin inn í føstuna, sum er ein fyrireikingartíð til páskirnar, og sum kanska í fyrra umfari kunnu kennast daprar við síni líðingarsøgu, men sum kortini á páskadegi runnu upp við síni lívgandi uppreisnarsól – henni, ið var bjarging mannaættar. Jesus reis upp, hann sum var føddur, men ikki skaptur, tí hann var til frá upphavi, og sum sonur Guds var sendur til jarðar, so menniskju við honum skuldu kenna nærstøðu skaparans – hann, sum skapti, men sjálvur ikki var skaptur.

Í føstuni vórðu, sum Jóannes Patursson minnir okkum á í sálmi sínum »Legg nú niður verðsligt sinni«, allar vetrarveitslur lagdar aftur um bak, vertskapur og dansur í brúdleypum, á jólum, nýggjári, trettanda, kyndilsmessu og mánadegi í føstu. Farið varð nú stillisliga um, tí hetta var sum sagt ein fyrireikingartíð til líðing og uppreisn Krists. Hvørki dansur ella kortspæl vórðu loyvd. Og tann, ið breyt slíkan sið var roknaður sum óvandur og varð átalaður.

Men hetta var – og er – várvinnutíð; torratíðin við nógvum og dúgligum útróðri, tá líkindi vóru til tess. Torri er mánaður (í gl. føroyska álmanakkanum) frá tendring síðst í januar til næstu tendring. Sagt verður eisini fiskitíð til torrafisk og torrahýsu (ið tá kemur inn á grunnin til at gýta); torrin var komin á Grynnuna. Innløguna vildi eingin missa. Somuleiðis við váringini, tá tað, sum gróður skuldi geva varð húglað; hetta at arbeiða jørðina um várið (velta o.tíl.); um mariumessutíðina (25. mars) byrjaði váringin av álvara.

Føstan, sum er eitt tað fyrsta fyriskipaða tíðarskeiðið í kirkjuárinum, stóð við í fjøruti dagar, ið sipaðu bæði til Jesu føstu í oyðimørkini (Matt. 4,2), til føstu Mósesar á Sinai (5. Mós. 9,9), føstuna hjá Eliasi á Hórebsfjalli (1. Kong. 19,8) og til tey fjøruti árini, jødafólkið gekk í oyðimørkini.
Í bókini »Dagar og nøvn í álmanakkanum« sigur Axel Tórgarð (1923-2011), at føsta mátti ikki verða hildin sunnudag, tí varð hon sett til at byrja mikudag í sjeyndu viku fyri páskir. Tá fáa vit fjøruti dagar, um sunnudagarnir ikki eru taldir við. Tann mikudagurin fekk navnið »øskudagur«, sum sipar til siðin í Gamla Testamenti at stroya øsku á høvdið sum tekin um sorg og bót og bata.

*

Tá ið vit nú í føstutíðini fylgja Jesusi á vegi hansara til Golgata, gerast mannaorð so fátæk. Tey rúma ikki tí, sum her hendi – at máta tann sorgarleik, ið nú fór fram. Tó er hann so ljósklárur og kunnigur fyri eygum okkara. »Via dolorosa« – líðingarvegurin – verður vegurin kallaður. Og hetta heiti bendir á tey orð, vit siga, tá vit taka í hondina á onkrum, sum hevur mist ein av sínum: »Eg kondoleri«; »con dolor« merkir á latíni at føla við einum øðrum, um kanska ikki somu pínu, men at hava samkenslu. Somu kenslu bera vit í brósti í ferðalagi við Jesusi, tó at hann sjálvur einsamallur gekk líðingarvegin.

Í Matteusar Evangeliinum (26, 57-68) fylgja vit tó Jesusi ein part av hesum tunga vegi, meðan lygivitni verða førd fram – móti honum, sum um seg sjálvan segði: »Eg eri vegurin, sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.«

Sjálvur lærdi Jesus okkum bønina Faðirvár, sum tekur saman um kristindómin og stuðlar undir líknilsið um hin burturfarna sonin, sum í ringum stjøli kemur heim aftur í faðirshús. Bara tað, at bønin byrjar við orðunum »faðir vár« er týdningarmikið ástøði í trúnni á Gud sum náðigóða faðir okkara, ið vit altíð kunnu leita til at fáa ugga og troyst. Jesus talaði arameiskt og segði »abba« um faðir sín, og tað er hetta orðið, ið nýtt verður í grundtekstinum og tann mest viðstadda málberingin. Hetta svarar til, at ein á enskum nýtir tað meira inniliga orðið »daddy« heldur enn tað meira uttanákenda og svinna orðið »father«. Tað er ikki tann fjara, men nærstadda Gud, vit leita til.

At elska er at ofra og at liva er at geva. Og vilt tú fylgjast við Kristi, skalt tú vita, at hann ferðast bert á teimum vegum, har ein vil geva seg sjálvan og ofra seg sjálvan.

Lat hetta vera áminning til okkara í hesum føstudøgum – vit koma ikki í faðirshús uttan við honum, sum gekk líðingarvegin. Og her fyri framman rennur upp »ljósið, sum lívgar gleði / ljósið, ið vann í myrkri megi