Skriva út

Ljósið fór og kom

19.01.2017 Tíðindi
Ljósið fór og kom

Ræsta kjøtið angaði í øllum húsinum. Jólatræðið glitraði og glampaði, somuleiðis keyptu stjørnurnar í vindeyganum. Uttanfyri var stormur. Hetta var á jólum.
Vit høvdu fingið at vita gjøgnum lurtið, at tað fór at vera illveður og best var ikki at taka sær nøkur óráð fyri. Kundi ljósið fara? Vit hava vindmyllur her og har í hagunum, orkuverk, sum er stór og sterk, og á jólum er alt gott, ikki so?
Ræsta kjøtið og súpanin er komin á borðið og fittu jólagestirnir sita kring borðið og ”big mama” er fegin. At tað er buldrut uttanfyri ger bara tað heila alt hugnaligari… til… bamm, ljósið fer.
Tøgn eina løtu.
”Ljosið fór!” segði onkur við borðið undrandi, altso, tað ber ikki til.
So í myrkrinum at leita fram kertuljós og tendrarar, sum er torført at finna í bølaniðu.
Men so við eitt bleiktra ljósini, og vit fara aftur at eta og halda eina løtu, at hetta er nokkso hugnaligt.
”Omma, nær kemur ljósið aftur?” Nei, tað veit omma ikki.
”Mamma, heldur tú, tað varar leingi?” Nei, tað veit eg heldur ikki.
Onkur heldur speiskliga fyri, at nú kann mann so ikki googla ella sprota nakað svar fram. Alt er tøgn. Vit hoyra bert hvønn annan.
Royna at spæla kort, men allir litir eru horvnir, alt er dimt. Bert langir skuggar. Og við eitt møðast vit av at bíða. Lítla barnið torir ikki at fara einsamalt út í gongina og torført er at finna veg uttanfyri. Tíðin verður long. Streymur verður tikin av teldum í húsinum, so hava vit okkurt samband eina løtu afturat, til allar keldur umsíðir eru tómar. Gamla langomman ringir og piprast, tí uttan ljós er hon hjálparleys. So orkukeldan er lívlinjan til hana og hennara tilveru.
Og har sita vit um alt landið og ja, bíða. Vit eru púrasta tikin til viks !
Vit, sum vanliga megna alt og øll, eg havi kontrol á mær og mínum kroppi, hvat eg vil lata um meg ganga og hvat vit temja og kanna, ílegur, orkukeldur, kenslur. Vit sum leggja ætlanir og halda okkum hava skil á øllum, vit hava torført við at skilja at á eitt splittsekund er kaos.
At til ber enn at gera eitt risa ”time out”, sum hetta á jólum.

Og tá fleiri tímar eru gingnir, so bamm, hoyrast klikk og ljóð, ljósið er komið aftur. Og eins og tá mann aftaná fleiri tímar við verkjum umsíðir sær elskuliga barnið koma út í ljósið, soleiðis er nú, tá ljósið skínur á øll tey, eg elski, sum sita í stovuni. Allir litir eru aftur, stjørnur og træið tendra, og vit smílast og anda lættað og siga
”píka, tað var gott, at ljósið kom aftur”.
Og so fara tey í miðlunum at tráspyrja ein, sum eitur Finn í SEV, hví ljósið fór og útvarpskvinnan spyr ákærandi:
”Jamen, Finn, skilur tú ikki, at vit kunnu ikki vera til uttan ljós” og Finn svarar, at tað skilur hann gott, men hann kann onki gera, tá stóra náttúran spælir við sínari megi.
Á jólum hoyrdu vit so eisini, at Ljósið kom í heimin og myrkrið vann ikki á tí. Sanna Ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju. Sjálv ljóskeldan er í og millum okkum, og hon ávirkast ikki av tíðum, sum koma og fara, vindmegi uppá 72 m/s, Húsahaga ella slitnum linjum. Hon er ein støðug orkukelda, men tað er bert mín innara sannføring, sum fær hana at lýsa.
Vit fáa at vita, at sanna Ljósið broytir alt. Hetta nevna vit náði.
Tað gevur áræði til at fara út í knæhøgan kava og illveður nú í januar.