Skriva út
Lívsjáttandi
26.07.2012 Tíðindi
Tað er summar, og slóttumaðurin slær bøin. Í ár er lítil gróður. Í vár var kuldi og turkur, og veðurlagið hevur darvað vøkstrinum.
Soleiðis er í ár, og soleiðis er so mangan. Men bóndin er ótroyttiligur í sínum yrki. Hann er eins og sáðmaðurin, ið sáar á vári og heystar um heystið.
Hjá kirkjuni er tað júst á sama hátt. Kirkjan hevur einans hesa dupultu uppgávu, at prædika orðið um Jesus og vera menniskjum til signingar.
Uttan mun til veðurlíkindi og lendið. Um vit velta burturúr nýggjum, ella vit enn einaferð sáa í somu veltu. Uttan mun til øll ytri viðurskifti, eigur kirkjan við gleði at útinna sín gerning, ikki vegna síns sjálvs, men vegna kirkjunnar Harra, Jesus Krist.
Tað er lívsjáttandi, og tað samlaða úrslitið verður gott. Líknilsið um sáðmannin minnir á, at ikki alt eydnast, men tann góða jørðin ber miklan ávøkstur, ja enntá tríatifalt, sekstifalt og hundraðfalt. (Matteus 4,8)
Tað, ið er hent áður, kann henda enn einaferð! Eisini tað jaliga.
Lívsjáttandi!
Orð : JF
Onnur tíðindi