Skriva út

Lívligt í Kunoyar kirkju

30.11.2022 Tíðindi
Børn
Børnini syngja í Kunoyar kirkju

1. sunnudag í advent hin 27. november var hátíðardámur í Kunoyar kirkju, og nógv fólk høvdu leitað sær til gudstænastu. Kirkjan hátíðarhelt sín 155 ára føðingardag.

Á lítla slættanum, oman ímóti Prestafløttinum, stendur kirkjan á bakkanum út móti tromini. Har er høgt niður fyri og gott útsýni, har stendur hon sum ein viti.

Í 155 ár hevur henda kirkjan, og fleiri undan henni, staðið, og mangt bosið hevur hon tikið ímóti, tá ið útnyrðingur so tráður hevur staðið inn á hana.

Byrjað varð við sálminum: Ver vælkomið Harrans ár. Eitt nýtt kirkjuár var byrjað.
Teksturin henda dagin, Matt. 21,1-9 er, tá ið Jesus so lítillátin ríður inn í Jerúsalem á einum asna, ikki á hvítum hesti við svørði í hendi, men við miskunn og náði, ikki komin at vinna heimsríkir, men manna hjørtu.

Jesus er komin til øll stór og smá. Hann ynskir innivist í hvørjum hjarta eins væl og Símun á Skarði so meistaraliga tekur til í kenda jólasálminum: Nú ringja kirkjuklokkur so hátt.

Tó myrkur fyllir dalar og skørð,

og stormurin ýlir í gjáum,

so fjakkar Jesus enn á jørð

við sínum jólagávum.

Nógv børn høvdu leitað sær til gudstænastu, og var tað eisini ein sonn fragd at hoyra barnakórið í Kunoyar kirkju framføra á fyrsta sinni.

Barnakórið byrjaðu at venja eftir summarfrítíðina. Jóhannes Poulsen, urguleikari, og Rikka Askham leiddu kórið. Jú, sangurin fann leiðina til hjartað.

Tá ið kirkjan fylti 150 ár vóru ymiskar ábøtur og umvælingar gjørdar.
Í kjallaranum  var komið fram á eina gamla hurð. Á hurðini vóru ímyndirnar trúgv, vón og kærleiki.

Limir í kirkjuráðnum fingu tá hugskotið at fáa til vega ein altardúk við hesum trimum ímyndum. Tey vendu sær til Paulinu M. K. Eliasen á Syðradali. Hon hevur sera holla vitan um kirkjuklæði og altardúkar, og skjótt hevði hon teknað eitt mynstur.

Óluva Syderbø hevur síðani broderað dúkin. Tungurnar eru hardanger seyming, og ímyndirnar eru seymaðar við krossstingi.

Dúkurin fellir væl inn í heildina í kirkjuni, og er eitt satt prýði.

Eftir gudstænastuna vóru øll boðin niðan í bygdarhúsið til ein góðan døgurðabita og hugnaliga samveru.