Skriva út

Livandi steinar í Kollafirði

13.11.2012 Tíðindi
Livandi steinar í Kollafirði

Leygardagin 10. november varð nýggja bókin “Livandi steinar – løtumyndir úr Kollafjarðar kirkju” løgd fram í Gamla skúla, ið er bygdarsavn í Kollafirði.

Edvard í Skorðini Joensen skrivaði, Marjun Bæk ritstjórnaði, og Jens Kristian Vang tók myndirnar. Harafturat hevur Theodor E. D. Olsen skrivað ein kapittul í bókini.

Eini 200 fólk vóru komin saman, tá bókin varð løgd fram. Røður vórðu hildnar, bøkur signeraðar, og fólk nýttu høvið at fáa sær ein drekkamunn, ið kirkjuráðið bjóðaði.

Eitt nú tóku Annfinn E. Dam, kirkjuráðsformaður, og prestarnir Marjun Bæk, Bergtórur Bjarkhamar og Theodor E. D. Olsen orðið.

Hilmar Jan Hansen, urguleikari í Kollafjarðar kirkju, spældi upp á eina av teimum gomlu urgunum úr kirkjuni, meðan Birgit Rønne Hansen leikti floytu.

Høvið var eisini hjá fólki at síggja eina framsýning av gomlum myndum og lutum úr Kollafjarðar kirkju.

Niðanfyri kann røðan lesast, ið Theodor E. D. Olsen helt:

--

Góða samkoma!

Eg fari at nýta høvið at ynskja okkum øllum hjartaliga tillukku við hesi nýggju bókini – og takka Edvardi fyri at hava skrivað, og Marjuni fyri hugskot og ritstjórn.

Tað er nú nakað síðani, at kirkjuráðið fór at tosa um, hvussu 175 ára dagurin hjá kirkjuni skuldi markerast. M.a. varð ætlan løgd um at fáa eina bók út um kirkjuna. Heitt varð á Marjun og Edvard.

Latið ei søguna doyggja, plaga vit at siga. Heldur ikki samtíðarsøguna, har vit greiða frá, hvussu kirkjan sær út í okkara tíð.

Tí hetta er eisini týdningarmikið, at vit seta orð á kirkjuna í okkara tíð, og verður hetta eisini áhugavert um ikki so fá ár. Uppgávan hjá kirkjuni er eisini at vera kirkja í tíðini – og er hendan bókini ein lýsing av eini kirkju í 2012.

Eg haldi, at tað er bæði frískligt og djarvt av okkara dugnaliga kirkuráði at geva hesa bókina út, ið ikki er eitt minningarrit, men ein lýsing, ið bæði er kerlig, men eisini ein sjálvkritisk lýsing av tí kirkjuni, vit øll eru góð við. Hóast myndirnar í bókini eru bæði vakrar og litfagrar, so er talan ikki um nakað glansbílæt av okkara kirkju, men um eina samtíðarmynd.

Heitið “livandi steinar” sipar sjálvandi til fólkið í kirkjuni. At bæði ung og gomul eru kirkjan.

Í bókini eru eisini nógvar myndir, sum Jens Kr. hevur tikið, og tað er hann komin væl frá. Tøkk fái hann fyri tað.

Eg haldi, at hendan bókin er rættiliga original, tí eg veit ikki um aðrar bøkur av líknandi slagi her hjá okkum – her vit lýsa okkara tíð í journalisitiskum stíli og myndum.

Vt kunnu spyrja, um hetta ikki bara er ein lokal bók, har vit bara síggja andlitini á bygdarfólki her í bygdini, kollfirðingum?

Bæði ja og nei? Sjálvandi er hon lokal á tann hátt, at so siga bara kollfirðingar eru við.

Men tað er eisini í tí lokala, at vit síggja universella, tað alment galdandi, og tí sigur hendan bókin ikki so lítið um, hvat ein kirkja og kirkjulív er fyri nakað. Ikki er óhugsandi, at hon kann verða brúkt í undirvísingini í skúlum okkara.

Við bøn og ynskjum um Guðs signing yvir kirkjuna.

Sí fleiri myndir

Myndir: Jens Kr. Vang