Livandi steinar
Tala í samkomuni Lívdini 27. august 2021 kl. 20.00 í sambandi við, at samkoman tók í brúk nýggjan samkomubygning við Vegin Langa í Hoyvík.
Góða samkoma - gott kvøld góðu tit øll.
Takk fyri innbjóðingina at verða saman við tykkum hesa hátíðarløtu.
Eg fari at byrja hesa heilsanina við kendu orðunum, sum mangan verða brúkt í Nýggja Testamenti, tá ið Paulus ápostul heilsar teimum ymisku kirkjuliðunum við orðunum:
Náði veri við tykkum og friður frá Guði Faðir okkara og Harranum Jesusi Kristi!
Við orðunum um náði og frið fari eg við heilsu frá biskupi okkara, Jógvani Fríðriksson, sum er staddur uttanlands, at heilsa frá fólkakirkjuni og ynskja samkomuni Lívdini hjartaliga til lukku við stásiliga samkomubygninginum, og ynskja Guðs signing yvir tykkum, sum her standa fyri í leiðslu, verki og í boðan.
Hetta er ein stórur dagur, og vit gleðast saman við tykkum.
Í einum av sálmum okkara syngja vit (SFK nr. 242):
v2.Harrin ei býr í húsum teim,/ sum mannahendur her gera,/ templini øll um allan heim/ kunnu hans dýrd ikki bera;/ tó hevur bústað bygt sær her/ algóði Guð, sum dýrur er,/ reistan av moldum í náði./ v.3. Í húsi Guðs og kirkju nú/ vit eru livandi steinar,/ sum undir krossmerki skírn og trú/ í Harrans miskunn sameinar ...
---
Tað verður viðhvørt sagt, at vit liva í eini tíð, har einstaklingahugsan og spjaðing er eitt eyðkenni.
Síðani 1849 hava vit í landi og ríki okkara havt møguleikan at savnast undir Guðs orði og skipa okkara viðurskifti eftir egnu sannføring. Hetta er ein arvur, vit sum nú liva eiga at fegnast um og eiga at verja.
Fjølbroytni – bæði at byggja gudshús og at boða Guðs orð – eigur ikki at verða nøkur forðing at fremja Guðs ætlan her á jørð.
Hetta er eisini í tráð við góðan gamlan reformatoriskan sið, sum vit øll hava arvað.
Tað er ikki meiningin, at siðir og arbeiðshættir skulu vera teir somu til allar tíðir.
Lesa vit alheims kirkjusøguna og okkara egnu, so kunnu vit vísa á fjølbroytni, hvussu gudshús eru bygd gjøgnum tíðirnar og eisini at vísa á fjølbroytni í gudstænastulívinum – eisini samkoman Lívdin í tí traditión, tit standa í.
“Í húsi Guðs og kirkju nú, vit eru livandi steinar ...”
Hetta er aðalmálið við allari gudstænastu ella gudsdyrkan!
Myndatalan: livandi steinur er í veruleikanum ein andsøgn.
Tí er myndin eisini so talandi sterk!
Tí uttan Gudsforholdið eru vit menniskju runnin í stein! Steindeyð!
Men orðið um hin krossfesta og upprisna Jesus Kristus, frelsara okkara, kann frelsa og gera nýtt tað menniskja, sum er andaliga steindeytt!
Hetta var eisini tað, sum Maria Magdalena upplivdi við grøvina páskamorgun: ... steinurin var tikin burtur frá grøvini!
Sorgin tyngdi ... men steinurin var tikin burtur frá grøvini. Maria og so mong við henni ... gjørdist ein livandi steinur ... at boða um hin upprisna Jesus.
Bæði grundarsteinurin og hornasteinurin er lagdur í hesum nýggja bygningi soleiðis, at hann kann standa tryggur ... men kirkjuliðið ella samkoman verður bygd upp á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus er sjálvur hornasteinurin!
Fyri aftur at nevna ein felags arv: Tá ið Martin Luther sigur: “Skriftin aleina” sigur hann samstundis “Kristus aleina”.
Tað er Kristus, sum er høvur likamsins – hjá kirkjuni hjá samkomuni.
Og tað er júst her í tí heilaga samfelagnum – tað ljóðar so stórt: heilaga samfelagið – men tað eru øll sum trúgva, og sostatt eru halgað av Harranum – tað er júst í hesum samfelagnum, at hin einstaki kann søkja sær lívd, skjól og umsorgan. Tí: “Sælur er tann, sum situr í lívd hins hægsta, sum skjól sær søkir í skugga almáttugans,” sum vit lesa í sálmi 9.
Tí er høvuðsuppgávan hjá kirkjuni ella samkomuni at taka sær av tí einstaka til likams og sálar.
Og hesum hava vit brúk fyri. Hetta hevur eisini verið gjørt gjøgnum tíðirnar heilt frá ápostlanna døgum í orðsins tænastu og við ymiskum uppgávum í kirkjuliðnum ella samkomuni.
Í dag eru vit komin saman at hátíðarhalda ein nýggjan bygning bygdan til Guðs æru.
---
Í landi okkara hava vit nógvar kirkjur, møtisalar, missiónshús og bønhús, har vit savnast um Guðs orð.
Í dag verður aftur ein tignarligur bygningur tikin í brúk til Guðs æru.
Sum tikið verður til í sálminum: “Í húsi Guðs og kirkju nú/ vit eru livandi steinar,/ sum undir krossmerki skírn og trú/ í Harrans miskunn sameinar ... “
Tí hvat er tað hóast ymiskleika millum kirkjur og samkomur, sum knýtir okkum saman?
Tað er Harrans miskunn sum sameinir!
Tað skal verða heilsanin til tykkara á hesum stóra degi:
At Harrans miskunn sameinir – at hóast ymiskleika – tað veri seg í ytri kørmum og siðvenju at boða Guðs orð, so er tað bøn og ynski okkara, at tað er Harrans miskunn sum sameinir.
Sum kristnar kirkjur og samkomur hava vit eitt felags stavnhald: At vísa á Jesus Kristus, krossfestan og upprisnan menniskjum til frelsu og ævigt lív!
Vit hava nógv at tosað saman um í felags verki og átøkum.
Guð gevi, at hetta má verða gjørt í kærleika og virðing hvør fyri øðrum eisini út frá hesum húsi.
---
Í dag fáa tit eina vakra blómuheilsan og ein bókakassa við nøkrum góðum bókum, vit brúka í fólkakirkjuni – hentar bøkur – nakrar aftrat í góða bókasavni tykkara!
Summarið er farið at halla – grasið visnar, blóman følnar, men orð Guðs várs stendur allar ævir!
Við hesum orðum vilja vit frá fólkakirkjuni heilsa tykkum í Lívdini á stóra degi tykkara við orðunum og lyftinum:
Orð Guðs várs, sum stendur allar ævir!
Hjartaliga til lukku – Guðs signing og Jesus fylgi tykkum!
Takk fyri!
Uni Næs, dómpróstur