Skriva út

Lívæðr og hjartablóð fólksins

01.11.2017 Tíðindi
Lívæðr og hjartablóð fólksins (1)

Fyrsti sunnudagur í november hevur sítt egna navn, allahalganna sunnudagur. Í meira enn sekstanhundrað ár hevur hann verið hildin til minnis um tey, sum deyð eru í trúnni á Kristus. Her í Føroyum hevur allahalgannadagur, 1. november, fingið sín serstaka dám av tí, at hann er kosin sum minningardagur teirra sjólátnu. Tað eru 68 ár síðan Løgtingið samtykti, at hesin dagur skuldi vera slíkur minningardagur

Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com

Allahalgannadag veittra merkini á hálvari stong, og kring landið eru minningarhald við minnisvarðarnar. Í Havn var mong ár minningarhald á Sjómansheiminum, nú í Vinnuháskúlanum, har løgmaður flytur fram røðu, og ein prestur hevur bønarhald.
Eftir hetta minningarhald verður farið í Viðarlundina, her kransar verða lagdir við kumlið, sum í fimmtiárunum varð reist til minnis um teir føroyingar, ið sjólótust undir seinna heimsbardaga.
Um kvøldið er minningargudstænasta í Havnar kirkju, har alt landið er við, tí at gudstænastan verður útvarpað.

Vert at steðga á
Tá ið vit minnast teir sjólátnu, so er tað ikki einans minni teirra, vit virða. Hetta minningarhald er tengt at gomlum kristnum siði at minnast tey deyðu. Og allahalganna sunnudagur er ein av elstu minningarhalgidøgum í kirkju okkara.
Rættiliga tíðliga í kristnari søgu vórðu tey kristnu jagstrað. Og avnoktaðu tey ikki kristnu trúnna, vórðu tey fyribeind, og hesi vórðu tá roknað sum blóðvitni ella pínsluváttar. Mest kendur er vitnisburðurin hjá Polykarpusi, biskupi í Smyrna, sum varð tikin av døgum í árinum 155. Tá ið teir ráðandi vildu hava hann at avnokta Kristus, svaraði hann: »Í meira enn áttati ár havi eg tænt Kristusi. Aldrin hevur hann verið mær vondur. Hvussu skal eg tá banna navni drottar míns og bjargara.«
Rættiliga skjótt fóru tey kristnu at minnast dagarnar, tá pínsluváttar doyðu. Dagarnir í álmanakka okkara goyma mong tílík nøvn. So hvørt sum kirkjuárið við teimum stóru høgtíðunum – jólum, páskum og hvítusunnu – kom at liggja í fastari rammu, fingu pínsluváttarnir eisini sínar dagar, og í fjórðu øld varð staðfest, at 1. november skuldi vera allahalgannadagur, hildin til minnis um tey heilagu; tey, sum deyð vóru í trúnni á Kristus.
Og tað er ein sjálvsagdur lutur, at vit minnast tey, ið farin eru. Tí tey vóru ein partur av lívi okkara – alra mest tey, sum í dagliga lívinum stóðu okkum nær; og kanska áttu tey ‘lívið í okkum’.
Lesa vit í bíbliutekstunum, ið lisnir verða henda dag (Opinb. 7, 1-22 og Matt. 5, 1-12), síggja vit, at litið verður frameftir eisini. Í Opinberingarbókini verður talað um hitt mikla hvíta liðið framman fyri hásætinum. Og í Matteusar evangeliinum talar Jesus um øll tey, ið sæl eru og sigur: »Gleðið tykkum og fegnist, tí at mikil er løn tykkara í himlinum.«
Í Bíbliuni verður eisini nevnt, at Gud minnist, og tá ið hann minnist, so er tað fyri at gera væl. Tá ið ránsmaðurin, sum var krossfestur saman við Jesusi, biður Jesus minnast til sín í ríki sínum, so er tað til tess at Jesus skal veita honum frelsu.
Tá ið Gud minnist okkum, so letur hann ikki misgerðir okkara koma okkum aftur um brekku, men minnist lyfti sítt um fyrigeving og at vera faðir okkara og frelsari. Og hann hevur okkara deyðu í varðveitslu – í sínum kærleiksfullu hondum.
Skilagott er tí at geva sær eitt andarhald og halda allahalganna. Og við henda varða letur Bíblian okkum greitt vita, at tey vit minnast henda dag eru ‘farin heim’ og at tey skulu ‘rísa upp’, tá ið Kristus kemur aftur.
»Tað er ‘øtandi’ at hugsa sær, at vit einaferð skulu doyggja, men tað er kortini vandamiklari at liva,« sigur Thomas úr Kempen (1380-1471).
Týdningarmikið er, at vit góðtaka deyðan og at vit – tá vit minnast tey deyðu – kunnu ugga okkum við, at tey eru í Harrans hondum. Og sambært evangeliskari trúgv ber til at javnmeta deyðan við svøvn. Svøvnur er fyribils og so er við deyðanum eisini. Vit skulu rísa uppaftur, men tað er í áliti á Kristus, at vit lata hann ráða fyri degnum.
Men týdningarmikið er eisini at vera vakin, áðrenn hesin svøvnur kemur á okkum; tað er at siga: Verið ikki dólsk og líkasæl! Ein gamal professari, sum búði einsamallur, hevði tann góða vana hvørt kvøld at rudda skrivaraborðið, at leggja klæðini, hann fór úr, vakurt saman og á knøunum biðja sína kvøldbøn, áðrenn hann fór at leggja seg. Og hvønn morgun lat hann seg hampiliga í, las eitt sindur í Bíbliuni og bað sína morgunbøn, áðrenn hann fór til arbeiðis.
Bæði morgun og kvøld segði hann við seg sjálvan: Kanska hetta er mín seinasti dagur ella kanska hetta er mín síðsta nátt. Hesin maðurin livdi sum eitt vakið trúgvandi menniskja hvønn dag og hevði frið við sín Gud, seg sjálvan og síni medmenniskju – Guds frið.
Tað er soleiðis, vit eiga at liva sum Guds børn.

Ein dagur fær nýggjan dám
»Tað er neyðugt at sigla,« søgdu gomlu sjógarparnir við Miðjarðarhav fyri meira enn tveimum túsund árum síðan. »Tað er neyðugt at sigla,« søgdu víkingarnir fyri túsund árum síðan. »Tað er neyðugt at sigla,« siga føroyingar í dag.
Eftir havsins víðu fløtu fara vit langar leiðir. Eftir henni fer framleiðsla okkara við farmaskipum út í heim og aftur higar við somu skipum neyðsynjarvørur og tær nýtsluvørur, tørvur er á í húsarhaldinum.
Hjá okkum er nógv tann størsti parturin av okkara framleiðslu vunnin upp úr havinum, og tað hevur havt við sær, at neyðugt hevur verið hjá føroyingum at sigla meira enn kanska nakra aðrastaðni í heimi.
Hav og fjøll eru vøkur í glitrandi sól. Og at ein góður dagur á havinum er lívgandi, tað vita tey, ið hava sín gerning har. Men sína skuggasíðu hevur havið eisini. Tá ið stormarnir øsa tað upp og hin lúrandi vandin her fær yvirvág og týnir mannalív. Og tó at før okkara eru vorðin størri og væl útgjørd við øllum nútíðar siglingartólum og trygdar- og bjargingarútgerð, so henda ólukkurnar kortini, um ikki í so stóran mun sum tá heilar skipsmanningar ikki spurdust aftur. Tað kundi henda ár um ár – viðhvørt fleiri skip. Í ár minnast vit, at tað ávikavist eru liðin 75 og 60 ár síðan miðvágstrolarin »Nýggjaberg« (1942) og havnartrolarin »Stella Argus« (1957) fórust. Við tí fyrra fórust 21 mans, tí seinna 22. Serstakliga bygdirnar Miðvágur og Kvívík og Vestmanna vóru hart raktar við hesum skipbrotum. Sekstan miðvingar fórust við »Nýggjaberg« og við »Stella Argus« fórust tils. seks mans av Válinum og Vestmanna og níggju úr Kvívík, harav fýra brøður.
Tá ið hin lúrandi vandin vinnur, tá krevur havið sín dýra toll. Hitt gevandi havið krevur aftur lív fyri lív.
Áðrenn kristna trúgv varð hetta roknað sum nakað nátúrligt. Tað hav, sum fiskin gav, og tann jørð, sum gróðurin gav, tey høvdu rætt til at krevja aftur. Tað, sum komið var úr mold, hevði moldin rætt til at fáa aftur. Men viðhvørt vildu menniskju sum gávu geva moldini blómandi lív – sum offur; og viðhvørt vildu tey blíðka havið við at geva tí sterkt og livandi mannalív.
Við eini aðrari gudsfatan handla vit ikki við náttúruna og geva henni ikki sjálvboðin offur. Men av og á vinnur náttúran á okkum og tekur frá okkum tey, vit ikki vilja av við. Og við bitrum sviða sita tey eftir, ið mist hava.
Í stuttsøguni »Bardagin við havið havið« sigur Heðin Brú: »Tað er bardagin við havið, ið skapar tann føroyskan andan og føðir hans lív. Henda bardaga fáa vit ongantíð bart at enda, skulu heldur ikki gera tað; men gævi, vit høvdu betri vápn; gævi, vit kundu staðið betur móti okkara stóra fígginda, okkara stóra vini, havinum, so tað fullu færri menn, so tað stóðst minni neyð, so tað stóðst minni sorg.«
Ilt er at byggja borð fyri báru, men øll vit, á landi eru, eru við sjófólki okkara í bardaganum við havið.
Ein slíkan dag sum allahalgannadag minnast vit teir, ella tey, sum havið tók. Og hetta er ein dagur, sum fram um nógvar aðrar bindur okkum saman sum eitt fólk. Tí at hann nemur við sjálva lívæðrina í lagnu okkara og fær dám sín av sjálvum hjartablóði fólksins.
Siður var eitt skifti at hava minningardag teirra sjólátnu fjórða sunnudag eftir trettandu. Prædikuteksturin henda dagin er úr Matteusar evangeliinum (14. kap.), tá ið Jesus gongur á vatninum (Genesaretsvatninum) og kyrrar tað í illveðrinum. Undir seinna heimsbardaga varð tann siður tikin upp at hava minningarhald nýggjársdag. Men mong hildu tað illa hóska, henda fyrsta dag í árinum, at biðja tí gamla árinum farvæl og bjóða tí nýggja vælkomið við at vinda flaggið á hálva stong. Eftir uppskoti frá Fr. Bláhamar (1902-1981), løgtingsmanni, samtykti Løgtingið í 1949, at 1. november, allahalgannadagur, skuldi verða hildin sum minningardagur teirra sjólátnu. Og tað hevur hann verið síðan. Ein meira enn 1600 ára gamal dagur hevur fingið nýggjan dám.
Við hesum nýggja dámi hava vit lært at lova Gudi fyri miskunn hansara og undurverk. Og tað er umráðandi at minna á hetta, skal minningardagur teirra sjólátnu fáa sín rætta dám.
Tær miklu sjónirnar, sum ápostulin Jóhannes sá á oynni Patmos, sum hann greiðir frá í Opinberingini, um hin nýggja heimin og hitt nýggja Jerusalem, er ein gleðiligur og vónríkur boðskapur um tað, sum einaferð skal koma, og sum kristin fólk eiga á.
Og væl munnu føroyingar duga at skilja Jóhannes, tá ið hann í sjónum sínum sigur, at »havið var ikki longur til.« Men tað er ein framtíðarvón, og vit vita ikki, nær tað verður, tí enn er havið til, og tað, vit framvegis kunnu siga, er hetta: »Havið gav, havið tók.«

Sorg er eitt róp eftir kærleika
Sum børn minnast vit ævintýrabøkurnar hjá norðmonnunum Asbjørnsen og Moe við spennandi myndum av dreingjum og gentum, sum viltust úti í skógi og á heiði og møttu einari kelling ella einum risa, ið fóru avstað við teimum.
Listarmaðurin nevndist Theodor Kittelsen (1857-1914). Men hann ikki bara myndprýddi ævintýrabøkur, eisini meira djúptøkin myndlistarevni tókst hann við. Norski presturin og rithøvundurin Fredrik Wisløff (1904-1986) hevur skrivað bókina »Når en af de kjære går bort«, sum John Myllhamar hevur týtt til føroyskt, »Tá ið vit missa ein kæran«. Í kapitlinum »Eitt róp eftir kærleika« umrøður Wisløff ein serstakan málning hjá Kittelsen, ið nevnist »Sorgin«:
Litirnir eru ikki nógvir, alt er gráligt. Har síggjast hvørki trø ella runnar; einki, ið lívgar, eingin lívd fyri storminum. Myndin sýnir eina endaleysa, kavaklædda fløtu. Teir gráu litirnir gerast dimmari og dimmari, longri vit líta inn yvir slættan, sum at enda rennur saman við tann tunga, gráa himmalin, ið boðar frá illveðri.
Langt inni á tí bera slættanum sæst fjakkandi ein einsamøll kvinna. Hon er ílatin svørt klæði. Við einari skikkju uttan á sær roynir hon at halda kuldanum burtur, meðan tann ísakaldi vindurin strýkur yvir teirri kavaklæddu, endaleysu víddini.
Spakuliga gongur kvinnan fram á leið. Hon tykist ikki at hava nakað mál fyri eyga. Køld, einsamøll og móð gongur hon, uttan at vita, hvagar leiðin ber – eftir tí endaleysu kavafløtuni inn í myrkrið.
Ja, soleiðis kann sorgin kennast.
Hvat er sorg?
Sorg er eitt róp eftir kærleika.
Hvat er tað, sum pínir hin syrgjandi?
Einsemi.
Við sorgini fylgir einsemi.
Hetta, at sorgin rúmar tí ósigandi – at eingin til fulnar fatar eitt syrgjandi menniskja – at vit ikki kunnu kasta sorgina yvir á onnur, men mugu bera hana sjálvi, ger, at tann, ið syrgir, kennir seg einsamallan.
Tann, vit vóru góð við, og sum tikin var frá okkum, læt eftir seg eitt tómrúm, sum eingin annar kann fylla. Var tað ein av teimum, sum vit dagliga búðu saman við, so fær hvør smálutur í húsinum sárini at bløða. Er talan um eitt barn, so er tað tann lítla songin, bólturin og dukkurnar, skógvarnir og klæðini – alt kallar á okkum og minnir okkum á hitt lítla, sum ikki er her longur. Og er talan um eitt vaksið fólk, so eru tað brillurnar, hin slitna bíblian, bøkurnar, myndirnar á vegginum, stólurin, tann kæri var vanur at sita í. Alt samalt dýrabarir lutir, sum alla tíðina minna okkum á ein, sum ongantíð kemur aftur. Ongantíð skulu vit aftur hoyra tey kendu fótafetini, hoyra ta mildu røddina og kenna ta vinarligu hondina.
Tann, vit elskaðu er burtur!
Tað er vorðið óhugnaliga tómt og kvirt uttan um okkum.
Vit sita eftir fátæk og einsamøll.
Jú, við sorgini fylgir einsemi.
Sorgarbundin menniskju kunnu freistast til at taka synd í sær sjálvum, men hetta er ikki rættur máti at sýna teimum kærleika, vit mistu. Tað ger bara tómrúmið uppaftur størri.
Og tað er ikki bara hetta vónleysa og miskunnarleysa, vit skulu hoyra á allahalgannadegi. Tað eru ikki bara minnini, ikki bara sorgin, ikki bara saknurin, ikki bara deyðin, vit her skulu lova.
Kærleikan og troystina, okkum leingist eftir, skulu vit royna at finna hjá góðum fólkum, ið eru um okkum, og sum vilja okkum væl. Tað er ikki altíð lætt at troysta, men tað liggur á okkum sjálvum at vera fús at stríða okkum út úr einseminum og lata okkum upp fyri teirri hjálp og kærleika, onnur vilja sýna okkum.
Næstakærleikan. Guds kærleika.