Skriva út

Lív: - Eingin jarðarferð er eins

10.12.2018 Tíðindi
Lív: - Eingin jarðarferð er eins

(JARÐARFERÐ 2): ”Ein jarðarferð er ikki bert ein avgreiðsluspurningur. Hon er nógv djúpari enn so!

Orðini eigur Lív Clementsen, sum er kvinnan handan “Biðimansfyritøkan Sólsetur”, ið er ein teirra, sum veitir fólki eina hjálpandi hond í samband við jarðarferðir, heilt ella partvíst – alt eftir tørvinum hjá teirri einstøku familjuni.

Tá avvarðandi ringja og biðja um eina tænastu frá fyritøkuni, ger Lív eina avtalu um at møtast, har ið tey ynskja tað.

- Tað er gott hjá eini familju at øll kunnu vera saman soleiðis og taka avgerðir, siga síni ynskir og koma við spurningum í samband við eini jarðarferð, og eisini ervið, sum tey flestu ynskja eftir jarðarferðina. Vit taka okkum av øllum, - frá at veita eina kistu til at skipa fyri ervinum.

- Eg upplivi, at fyri summi er tað fyrstu ferð at tey standa í slíkari støðu. Tí er tað umráðandi, at eg gevi mær góða tíð saman við teimum, fyri at lurta eftir tí, sum verður sagt, sigur Lív.

Í hesum samskiftinum fær Lív at vita um ynskir og tørvir hjá teim syrgjandi – sum eisini kann umfata at finna ein at syngja ein solo-sang, eitt kór ella ein at spæla eitt stykki. Hon roynir her at uppfylla ynskini, ið tey hava, og spyrja fyri tey.

- Mínar royndir eru, at eingin jarðarferð er eins, og tí eri eg sera eym um hesa tænastuna. Henda tænastan er viðbrekin og er serstøk upp á allar mátar, og tað er umráðandi hjá mær at vísa størstu virðing fyri avvarðandi og at tey kenna tað virðiligt, sum gjørt verður. Eg royni altíð at verða við um andakt verður hildin og til sjálva jarðarferðina.

EINGIN VANI
Hesi fimm árini, ið Lív hevur rikið fyritøku sína, hevur hon verið til hjálpar hjá nógvum avvarðandi, sum hava mist ein av sínum kæru – brádliga, ella eftir longri sjúkralegu. Talan er bæði um børn, fólk í bestu árum og tilkomin.

Tað er sjálvandi altíð syrgiligt, tá eitt menniskja fer foldum frá. Men serliga rakar hetta meint, tá talan er um børn. Tað eina árið seldi hon ikki færri enn seks barnakistur innan fyri bert seks mánaðir.

- Eg kann bara siga fyri meg, at eg komi ongantíð í vana tá børn fara, ella tá eg standi við børnum, sum hava mist eina mammu ella ein pápa, - ella støðuna, tá ein maður ella ein kona eru í sjokk, tí makin doyði uttan nakra ávaring, sigur Lív.

Og hon leggur álvarsom afturat: - Eg havi somuleiðis møtt somu familju nakrar ferðir innan bert fyri eitt ár.

KENNIR TIL SORG OG SAKN
Kensluna av sorg og sjálv at syrgja veit Lív eisini nógv um. Men hon er fult greið um, at sorg er ongantíð eins hjá nøkrum.

- Vit mistu okkara fyrsta barn. Eina viku áðrenn eg skuldi eiga, var onki lív. Eg misti pápa mín, tá eg var 27-ára gomul. Tað var ógvuliga ringt, og hóast tað næstan eru farin 30 ár, situr saknurin framvegis har. Nøkur fá ár seinni doyði sonur beiggja mín av eini bilvanlukku, bert 20-ára gamal.

- So eg veit, hvat tað er at missa, greiðir Lív frá.

Hon vísir á, at í hesum arbeiðinum lærir ein, at tey avvarðandi kanska ikki orka so væl at ringja, tá tey eru illa fyri, men at hon má ringja ella fara á gátt hjá teimum, fyri at fáa alt upp á pláss.

- Her kemur tað aftur, at tað ikki bara er ein avgreiðluspurningur, men ein ferð saman við teimum hesar dagar, og eg haldi í træðrunum og hugsi um at vísa teimum umsorgan.

- So tú sært, at hetta er eitt rættiliga fjølbroytt arbeiði, men eisini eitt arbeiði, sum krevur nakað persónligt av mær. Tó havi eg ongantíð angrað, at eg byrjaði fyritøkuna, leggur Lív dent á.

SAMAN Í SORGINI
Tað er sjálvandi misjavnt, hvussu nógv er at gera. Onkuntíð kann Lív hava fleiri jarðarferðir í sama mánaði, meðan hon ein annan mánað ikki hevur eins nógvar jarðarferðir.

Hóast Lív Clementsen fær áheitanir frá fólki úr stórum pørtum av landinum, so hevur hon hetta seinasta árið serliga merkt ein vøkstur í áheitanum frá fólki í Suðurstreymoy.

- Vøksturin kemur helst ikki bara av, at fleiri búgva í Tórshavnar kommunu, men kanska tí at ein broyting so líðandi er farin fram í tørvinum.

- Hetta var tað sama, sum tey søgdu við meg, tá eg var í starvsvenjing hjá Baggesen í Hjørring. Har søgdu tey, at uppá 10 ár var teirra fyritøka farin frá at hava 100 jarðarferðir um árið í Norðurjútlandi, til at hava 800 jarðarferðir, greiðir hon frá.

Fleiri og fleiri ynskja at brúka tænastuna hjá Sólsetur, tá eitt deyðsfall er í familjuni. Tá sleppa tey frá at skula hugsa um alt tað praktiska, og velja heldur at vera saman í sorgini sum familja og kunnu hava tíð at tosa við tey, sum koma inn á gólvið ella ringja.

- Soleiðis kunnu tey hvíla í, at tann praktiski parturin er í góðum og tryggum hondum, vísir Lív á.

Orð: Snorri Brend
Mynd: www.solsetur.fo

(Hetta er 2. samrøðan í stuttu greinarøðini um tænastur í samband við jarðarferðir. Fyrra greinin stóð her á heimasíðuni 2. desember. Meiri verður at frætta komandi dagarnar.)