Skriva út

Limatalið fallandi og vaksandi.

06.10.2015 Tíðindi
Limatalið fallandi og vaksandi.

Kringvarpið viðgjørdi fyri tveimum vikum síðan við støði í teimum fimtan seinastu árunum tann veruleika, at færri og færri eru limir í fólkakirkjuni. Viðgerðin var saklig og siðilig, hóast eingin greið ábending varð staðfest, hví henda gongdin var. Nomið varð við ymiskar orsøkir, ið allar hvør í sær vóru eitt klípi av sannleika í veruleikanum.

Fakta

Ár                 limir í fólkakirkjuni         limir í %

2000             38.991                         84,3 %

2005 40.291 83,7 %

2010 39.941 82,4 %

2014 39.735 81,6 %

Støðulýsing

Hyggja vit at gongdini frá ár 2000 til 2014, so eru 744 fólk fleiri limir í fólkakirkjuni. Hóast henda vøksturin í limaskara er talan í % um eina sjónliga afturgongd uppá 2,7% yvir 15 ár.

Tulking

Torført er at geva eitt einvíst svar, ið er tað rætta svarið ella sannleikin. Men ábendingin er greið, at fólkakirkjan í mun til fólkavøksturin í landinum ikki fær tilsvarandi nøgd av limum sammett við lutfallið ár 2000, har 84,3 % av landsins íbúgvum vóru limir í fólkakirkjuni.

Inn- og útliman

Biskupur hevur í skjótleika spurt sóknarprestarnar, um javnvágina millum limirnar, ið hava limað seg inn og út tey seinastu trý árini. Tølini er ikki høg, men javnvágin er støðug og vísir, at heldur fleiri lima seg inn enn út. Sostatt er ikki talan um, fólkakirkjan missir limir vegna tess, at fólk lima seg inn í aðrar samkomur ella í stórum tali frásiga sær limaskapin vegna annan ella ongan átrúnað.

Orsøkin

Omanfyri nevndu fakta vísa, at spurningurin um fallandi limatal í % er so mikið meira áhugaverdur og neyðugur at svara. Givið er, at ein lækking í % er ein lækking, so fólkakirkjan skal ikki renna undan veruleikanum.

Fari í hesi stuttu lýsingini at nevna tríggjar orsøkir til fallandi limatal í fólkakirkju, nú vit annars hava fólkavøkstur. Raðfestingin av teimum trimum orsøkum er tilvildarlig.

1) Talið av nýggjum føroyingum økist. Tey flestu teirra eru kristin við aðrari trúarlæru enn tann lutherska fatanin. Nakrir nýggir føroyingar hoyra til aðra heimstrúgv.

2) Tær karismatisku kirkjurnar í Føroyum komu í sjey- og áttatiárunum í undanfarnu øld. Hesar nýggju kirkjurnar eru virknar og dugnaligar. Nógv av teimum eldru eru limir í fólkakirkjuni, hóast tey eru virkin í eini fríkirkju. Nú er talan um annað og triðja ættarlið, og yngra ættarliðið kennir ikki til og er í minni mun uppvaksið í fólkakirkjunnar siðvenju. Tá ið børn teirra ikki verða doypt í fólkakirkjuni, ja so lækkar limatalið í fólkakirkjuni eina tíð, inntil tað finnur sína natúrligu legu.

3) Tað individuella rákið í tíðini rekur frá siðbundnum arvi og andaligum myndugleikum. Serliga ungdómurin ynskir skjótar avgerðir og frælsi at virka í tíðini. Tess vegna er nútíðin ein størri avbjóðing fyri fólkakirkjuna enn aðrar kristnar kirkjur og samkomur.

Frælsi hins einstaka

Fólkakirkjan virðir frælsi hins einstaka. Vit fegnast um, at væl tann stórsti parturin av teimum, ið ikki eru limir í fólkakirkjuni eru fevnd av kristnu trúnni.

Eyðvitað mega vit í fólkakirkjuni gera okkara besta, so boðskapurin um Jesus Krist hevur góð kor í fólkakirkjunnar skipan. Eyðvitað mega vit dugna limum fólkakirkjunar við dygd og góðari tænastu.

Í føroyska samfelagnum ynskja vit at lyfta og gagna saman við øllum borgarum landsins til frama fyri landið, fólkið og hinum einstaka.

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Tórshavn 6. oktober 2015.