Skriva út
Likamliga krýkin, sálarliga reystur
05.12.2016 Tíðindi
Tað er ikki nógv, vit vita um Lukas evangelist, men tó so mikið, at hann var úr Antiokia og at hann var lækni. Beinagrind hansara er varðveitt sum halgigripur í italska býnum Padua. Og eftir henni at døma, so hevur maðurin verið illa plágaður av gikt, serstakliga í rygginum. Hóast likamliga krýkin, so var Lukas sálarliga reystur og stinnur í trúgv sínari
Pól á Kletti
poulkletti@hotmail.com
Lat ryggin enn pína,
ei ídni vil dvína
í treystari sál.
(Mikkjal á Ryggi)
Ein av teim fýra evangelistunum í Nýggja Testamenti er Lukas. Á grikskum Loukas, á latíni Lucanus merkir navnið ljós. Umframt evangeliið, ið ber navn hansara, skrivaði Lukas Ápostlasøguna.
Ikki er tað nógv, vit vita um ævi hansara, men tað, sum vit vita er, at hann var av heidnari ætt, tí hann verður ikki roknaður upp í hinar umskornu, sum Paulus nevnir í Kol. 4,11. Eusebius (270-340), biskupur í Kesarea, sigur, at Lukas var úr Antiokia. Og hann var lækni. Kol. 4,14.
Enski-amerikanski rithøvundurin Janet Taylor Caldwell (1900-1985) hevur í skaldsøgu síni »Lukas lækni« roynt at mana fram eina mynd av læknanum og evangelistinum, grundað á ymiskar rannsóknir. Hetta verkið ber av øllum, hon hevur skrivað, og tað tók henni fjøruti ár. Hans Thomsen týddi skaldsøguna til føroyskt og forlagið Sprotin gav hana út í 2009.
Taylor Caldwell letur Rómaborg hevja seg í marmara og vit ferðast saman við henni í fátæksliga Nasaret, í havnabýum fram við Miðjarðarhav, í borgum, á skipum og í templum. Hon letur okkum upp dyrnar inn til Lukasar, har vit eru saman við honum til halgisiðir og í ólátaðum veitslum. Vit eru til tignarligt viðtal hjá Tiberiusi keisara og vit lurta eftir Pontiusi Pilatusi.
Vit gera eisini eina ferð ígjøgnum barndóm Lukasar. Skyldfólk hansara hitta vit og síggja, hvussu hann verður dýrmettur fyri sín prýdleika og sítt manndómslyndi.
Eftir øllum at døma fáa vit eina eftirfarandi mynd av grikska og rómverska heiminum. Vit renna okkum í sigursharrar og trælir, meðan Lukas stríðist fyri at finna fram á innastu loynidómar í læknakynstri og berjist fyri síni trúgv.
Tá bókin endar, stendur Lukas sum fyrimyndin fyri andligari styrki.
Á góðum grikskum máli
Lukas var ikki ein av teimum, ið vóru sjónarvitni til gerningar Harrans Jesusar, og sum gjørdust orðsins tænarar. Luk. 1,2. Tað sæst av støðum, har hann í 1. persóni í fleirtali skrivar »vit« í Ápostlasøguni, at hann kom saman við Paulusi og teimum í Troas, og at hann fór við til Makedónia. Teir fóru til Filippi. Áps. 16,12. Har skiltust teir.
Lukas varð verandi í Filippi og leiðunum har í umleið 7-8 ár, til Paulus kom aftur hagar á triðju trúboðanarferð síni. Nú skrivar Lukas aftur í 1. persóni, fleirtali »vit«, og tað ger hann til bókin endar. Eftir brøvum Pauluasar síggja vit, at Lukas virkaði saman við honum leingi. Seinasta sum, vit hoyra um hann – sum Taylor Caldwell gevur okkum eina mynd av – er, at hann var trúgvur meðan aðrir fullu frá (2. Tim. 4,11).
Evangeliið eftir Lukas er skrivað á góðum grikskum máli, og sagt verður frá hendingunum í tíðarrøð, so hvørt tær koma fyri. Lukas skrivar ættartal Harrans aftur til Ádams.
I
Inngangur, kap. 1,1-4.
II
Koma og byrjan Menniskjusonarins.
1) Boðan, 1,5‒56.
2) Koma, 1,57‒2,20.
3) Fyrireiking, 2,21‒4,13.
III
Virki Menniskjusonarins.
1) Verk í ljósi krossins, 4,14–9,50.
2) Verk ávegis til krossin, 9,51–19,27.
IV
Bót og himmalsferð Menniskjusonarins.
1) Hitt harða stríðið, 19,28–23,56.
2) Hin stóri sigurin, 24,1–48.
3) Lyfti, signing, skilnarsótt, 24,49–53.
Lágur og breiðvaksin
Beinaræið av Lukasi evangelisti sigst vera varðveitt sum halgigripur, og er talan um røttu beinknoturnar, so vísa kanningar, at hann var um 80-85 ára gamal, tá hann doyði, at hann var illa plágaður av gikt, var krýkin í rygginum og leið av lungnaluftuppsvølpan. Hann var lágur og breiðvaksin á vøkstri.
Sum nevnt er tað ikki nógv vit vita um evangelistarnar, hvørki sum persónar ella sum teir, ið bóru so í bandi, at Jesu lív og lagna varð varðveitt í boðskapi teirra. Eftir evanglistarnar eru ikki nógvar eginlýsingar, og fyrstu myndirnar av teimum vórðu málaðar mangar øldir eftir at teir vóru á døgum.
Paulus ápostul sigur um Lukas: »mín góði vinur, Lukas lækni«. Skjøl úr 2. øld siga okkum, at Lukas doyði í Thebes í Grikkalandi. Tvey hundrað ár eftir vórðu bein hansara flutt til Konstantinopel. Áður hevur verið sagt, at krossfarar fóru við knotum hansara til Padua í Italia um ár 1200, nú verður hildið, at hesir halgigripir komu hagar longu í 800-árunum.
Á heysti 1998 boðaðu kirkjumyndugleikarnir í Padua frá, at teir høvdu latið kanna innihaldið í einum blýskríni, merkt S·L·EVANG. Hetta blýskrín er í Santa Giustina dómkirkjuni, sum leingi hevur verið roknað sum seinasti hvíldarstaður evangelistsins.
Kanningarnar vórðu settar í verk eftir at Hieronimus, erkabiskupur í Thebes, bað Antonio Mattiazzo, erkabiskup í Padua, um at senda part av halgigripinum aftur. Ein nevnd við fjúrtan umboðum fyri kirkjuna og ymsar stovnar við serkunnleika var sett at gera rættarmedisinskar kanningar av beinunum. Kanningarnar hava staðfest, at skallin vantar, og hetta er í tráð við søguligar frágreiðingar. Týski-rómverski keisarin Karl IV læt í 1354 flyta skallan til St. Vitusar dómkirkjuna í Prag. Og serfrøðingar, sum hava kannað skallan, vátta, at hann í øllum lutum passar til tað, sum eftir er av skøltinum í Padua.
Á botninum í blýskríninum eru funnir myntir úr triðju øld eftir okkara tíðarrokning, skeljar, plantuleivdir o.a. Myntir úr rennessansu-tíðini eru eisini funnir, so skrínið hevur verið latið upp árini millum 1400 og 1500.
Skrínið passar haraftrat væl inn í eina tóma marmarakistu í Thebes, ið enn verður roknað sum upprunaliga gravstaðið hjá Lukasi evangelisti.
Onnur tíðindi