Skriva út

Lestrarnir eru skrivaðir soleiðis sum man tosar

01.03.2019 Tíðindi
Lestrarnir eru skrivaðir soleiðis sum man tosar

Sunnudag eftir sunnudag eru tað teir trúføstu deknarnir sum traðka til, tá prestur ikki er til staðar við eina gudstænastu.

Soleiðis er skipanin kring oyggjarnar, og soleiðis hevur altíð verið her á landi. Í øðrum londum er støðan tó mangastaðni øðrvísi, tí, tá prestur ikki er til gudstænastuna, verður hon ikki hildin.

Her á landi er tað so, at deknurin hevur eitt ávíst tal av lestrabókum at finna fram til rættan lestur – tað vil siga, ein lestur sum sigur dekninum nakað, og ein lestur sum vónandi eisini kann geva kirkjufólkinum onkran tanka at taka heim aftur við sær.

Millum tær mongu og ymisku lestrabøkurnar, ið ofta verða nýttar er "Orð títt er sannleikin" sum John S. Myllhamar í Sandavági hevur givið út.

Ein teirra, ið ger nógv brúk av hesi lestrabókini sigur soleiðis um hana:

- Eg havi tvær bøkur at velja lestrarnar burtur úr. Sjálv dámar mær væl lestrarnar í bókini "Orð títt er sannleikin". Teir eru skrivaðir soleiðis sum man tosar, hevur Sigrid Jógvansdóttir, deknur við Árnafjarðar kirkju, áður sagt.

TÓKU VÆL UNDIR
Rithøvundurin, John S. Myllhamar sigur, at beint eftir aldaskiftið tóktist vera ein saknur var á lestrabókum.

- Tað víst seg, at tað serliga vóru sjómenn, har lestur var lisin umborð, ið saknaðu bøkur at velja í, greiðir hann frá.

Onkur sjómaður spurdi beinleiðis John, um hann ikki hevði hug at skriva eina lestrabók. Hann helt hinvegin, at prestarnir høvdu prædikur liggjandi til allar sunnu- og halgidagar, so tað skuldi ikki verið so torført at savna tær saman.

Men John fór so kortini undir at skriva lestrar til teir 60 sunnu- og halgidagarnar, sum eru í kirkjuárinum.

Hann var tó fult greiður um, at tað er kostnaðarmikið at prenta bøkur. Hann søkti tí stovnar, kommunur, kirkjuráð og onnur um stuðul til útgávuna.

- Eg gjørdist heilt ovfarin av, hvussu væl fólk tóku undir við hesum. Tað gjørdist í veruleikanum eingin trupulleiki at fíggja útgávuna, vísir hann á.

Nevnast kann í hesum sambandi, at John lat bøkurnar ókeypis til øll tey, sum vildu hava tær. Og tað vísti seg, at fleiri kirkjur somuleiðis tóku ímóti teimum og brúka tær, tá lestur verður lisin.

LEIKMAÐUR
Tað er sjálvandi altíð misjavnt, hvørja móttøku ein føroysk bók fær, tá hon verður givin út og ummæld.

Tá "Orð títt er sannleikin" kom út var onkur einstakur ið helt, at ein leikmaður ikki átti at skriva lestrar at lesa í kirkjuni.

- Men hetta var helst misfatað: Øll hava rætt at skriva, hvat tey vilja, eisini lestrabøkur. Hinvegin, - hvat lisið verður í kirkjuni, tað er nakað annað. Tað avgera prestarnir saman við kirkjuráðunum, vísir John á.

Nøkur ár eftir, at fyrra bókin kom út, skrivaði hann eina lestrabók afturat, og seinni eina bók við føstulestrum.

Og fyri John er eingin ivi: Nógv fleiri lesa lestur heima við hús, enn hvat hann hevði hugsað. Hann veit eisini um sjómenn, ið lesa lestur í koyggjuni.

Á ymiskum stovnum sær ein eisini lestrabøkur standa á hillunum.

LESTUR OG SÁLMAR
Men tað eru kortini teir mongu deknarnir í kirkjunum kring oyggjarnar, sum eru teir, ið munnu kenna mest til nýtsluna og innihaldið í teimum ymisku lestrabókunum.

Ein teirra sigur, at í hansara kirkju er tað ikki so bundisligt at vera deknur, tí teir hava eina góða skipan, har teir lesa ein mánað í senn.

Talan er um Vilhelm Magnus Olsen, dekn á Skála. Á myndini sæst hann standa við pultin frammi í kór í Skála kirkju.

Sambært tí, sum hann hevur sagt við journalistin, Justinus Eidesgaard um tænastuna sum deknur, so velur hann ofta stuttar lestrar. Honum dámar sera væl at lesa lestrarnar hjá John Myllhamar.

- Eg royni haraftrat at velja sálmar, sum fólk duga at syngja. Eg haldi, at sangurin hevur stóran týdning fyri gudstænastuna, sigur Vilhelm.

Ein annar deknur sigur seg altíð fyrireika seg væl og brúkar fleiri dagar um at seta seg inn í tekstin. Í fyrireikingini lesi hann hart fyri sær sjálvum. Honum dámar væl at lesa lestrar eftir John Myllhamar og Jákup Dahl.

Og triðja dekninum dámar somuleiðis væl lestrarnar hjá John Myllhamar:

- Tað góða við teimum er, at teir eru so lætt skrivaðir, og tí lættir at lurta eftir, sigur Sigrid Jógvansdóttir, deknur við Árnafjarðar kirkju.

Orð: Snorri Brend
Mynd: Justinus Eidesgaard