Skriva út
Lesa alt Nýggja Testamenti eftir 100 døgum
21.08.2014 Tíðindi
Eftir Snorra Brend
Í hesum døgum eru næstan 400 fólk farin í holt við at lesa ein part av Bíbliuni eftir 100 døgum.
Tað er Føroyska Bíbliufelagið sum skipar fyri hesum átakinum, har ein eftir 100 døgum kann hava lisið allar tær 333 síðurnar í Nýggja Testamenti.
Áhugin fyri hesum átaki var stórur, og eru í løtuni omanfyri 360 fólk við í hesum.
Ein teirra er toftamaðurin, Ovi Brim (myndin), ið starvast sum leiðari á sosialu eindini hjá fráhalds- og hjálparfelagsskapinum Bláa Krossi.
Onnur kenna hann eisini frá fótbólti, og sum eisini er fastur maður á EFFO-liðnum hjá B68.
- Hetta er avgjørt ein hjálp hjá okkum at taka okkum betri stundir at lesa Guds orð, sigur hann í samrøðu við Portalin.
Tað er Ásbjørn Jacobsen, skrivari í Føroyska Bíbliufelagnum sum samskipar hetta átakið.
HUGALIGUR LESNAÐUR
Fyri Ova Brim er eingin ivi um, at Bíblian er ein sera áhugaverd bók.
- Ja, hon er Guds orð, og her ger Gud seg sjálvan kunnugan fyri okkum, sigur Ovi, ið eisini hevur lisið gudfrøði í Keypmannahavn.
Og honum dámar væl at lesa í Bíbliuni: Hann fylgir sjálvur eini aðrari lesiætlan, men sigur, at tað altíð er hugaligt at lesa í felagi við onnur.
- Henda lesiætlanin er løgd soleiðis til rættis, at ein frammanundan veit, hvat skal lesast hvønn dagin, inntil komið er á mál um 100 dagar, greiðir Ovi frá.
Tá vit tosaðu við hann í gjár, sum var fyrsti dagur í átakinum, varð byrjað við at lesa tríggjar teir fyrstu kapitlarnar í Matteus evangeli'inum.
MEIRI ENN BÓKSTAVIR
Ovi er heilt greiður um, at best er at hava eina fasta løtu á degnum, har tíð verður tikin til bíbliulesnað og bøn.
Og her hevur Ovi Brim verið rættiliga kreativur í so máta: Hann fylgir hesi lesiætlaninii ávegis til Havnar.
- Eg koyri flestu gerandisdagar av Toftum til Havnar, og havi tískil góða tíð at lurta í bilinum, sigur hann.
Ovi er fult greiður um, at við at lesa Nýggja Testamenti soleiðis út í eitt eftir 100 døgum ger sjálvandi sítt til, at Bíbliukunnleikin verður størri.
- Ja, Bíblian er meira enn bert bókstavir. Bíblian er Guds orð, og sostatt eisini trúarskapandi og styrkjandi.
- Eg biði eftir, at Gud gjøgnum orðið fær loyvi at broyta meg - bæði við at tæna Honum og medmenniskjum, sigur Ovi Brim at enda.
Onnur tíðindi