Skriva út
Leirvík: Kirkjuhús skal stimbra tann sosiala partin
17.10.2017 Tíðindi
KIRKJULÍV: Tá fleiri av føroysku kirkjunum vóru bygdar á sinni, var ikki altíð hugsað so nógv um annað enn eitt gott og stórt kirkjurúm til tær vanligu kirkjuligu tænasturnar.
Her var ikki hugsað so nógv um tann tørvin, sum tíðin fór at ynskja og seta nú í 21. øld. Og hóast ein hevði hug at fáa broytt hesar umstøður, so var ikki allastaðni at kirkjubygningurin sjálvur var gjørdur soleiðis, at hetta kundi lata seg gera.
Í fleiri bygdum, har tørvurin hevur verið til staðar, hevur ein latið byggja serstøk kirkjuhús í nánd av sjálvari kirkjuni. Dømi um slík støð eru kirkjurnar í Sørvági, Hvannasundi og við Sjógv.
Fleiri kirkjuráð arbeiða í dag við líknandi ætlanum, millum annað í Leirvík. Og sunnudagin 8. oktober bjóðaði kirkjuráðið til almennan fund, har ein ætlan um eitt kirkjuhús í bygdini varð løgd fram.
Eftir tí sum kom fram, fer hetta kirkjuhúsið at verða umleið 400 fermetrar stórt, og at kosta um 8 milliónir krónur. Í hesum sambandi er ætlanin at hækka staðbundna kirkjuskattin frá januar 2018 at rokna, samstundis sum ein fer at spara upp til eginogn.
Einki verður tó sagt um, nær eitt slíkt kirkjuhús við Leirvíkar kirkju kann standa liðugt. Men nú vita so fólk um hesa ætlanina.
KAFFI Í FORKIRKJUNI
Í innbjóðing síni til almenna fundin vónaði kirkjuráðið at nógv fólk fóru at møta upp. Og tað gjørdu tey av sonnum!
Fundurin prógvaði eisini, at fólk veruliga hava áhuga fyri hesum evninum, tí nógv settu fram spurningar til ætlanina, meðan onnur høvdu viðkomandi viðmerkingar til eitt komandi kirkjuhús.
Skilligt var, at leirvíkingar sakna eitt slíkt kirkjuhús, soleiðis at tann sosiali parturin av kirkjulívinum kann verða styrktur.
Sum eitt dømi um henda tørvin verður víst á, at um ein ætlar at hava eitt kaffiborð í samband við eitt tiltak í kirkjuni, so má hetta altso setast úti í forkirkjuni.
- Og tað er ikki nøktandi, eru fólk í Leirvík rættiliga samd um.
NÁTTÚRA OG UMHVØRVI VIÐ
Leirvíkar kirkja varð vígd í 1906 og útbygd fyri sløkum 40 árum síðani. Men fólk hava tó saknað eitt høli at savnast í til sosial tiltøk.
Kirkjuráðið hevur seinastu árini skipað fyri ymiskum tiltøkum uttanum tær vanligu gudstænasturnar sunnumorgun.
Millum hesi tiltøkini, sum fólk hava tikið sera væl undir við, var eitt, har sálmaskaldið Sólrun Michelsen greiddi frá nøkrum av sínum sálmum. Ein aðru ferð megnaði ein norskur harmonikuspælari nærum at fylla kirkjuni við bæði fólki og tónleiki sínum.
Kirkjufólkið kundi tí á fundinum fegnast um framløguna hjá arkitektinum, Osbjørn Jacobsen, har ein leggur dent á at bæði bygningurin og umhvørvið rundan um hann, eru í tráð við tær ætlanir sum kommunan hevur á økinum.
- Tí eigur náttúran og umhvørvið sín heilt sjálvsagda part í ætlanini, fekk fundarfólkið eisini at vita.
Millum annað er lagt upp fyri gøtum til kirkjuhúsið, og rennandi vatni, sum kann lívga og gleða tey ið koma at ganga framvið á hesum útiøkinum, sum eisini kann gerast ein partur av virkseminum.
- Jú, vit kirkjufólk í Leirvík, eru sera fegin um ætlanina, og vóna, at farið verður undir hana sum skjótast, verður sagt.
Tekstur: Snorri Brend
Mynd: Osbjørn Jacobsen Arkitektar/Henning Larsen Architects
Onnur tíðindi