Skriva út

Lat ikki lívsmótið fara

15.11.2017 Tíðindi
Lat ikki lívsmótið fara

Lag: Tab ikke modet, du kære

Lat ikki lívsmótið fara,
tá tapir í stríðnum tú her!
Hvørt mansbarn Guð faðir vil læra
tann setning, ið vís okkum ger

Handan tær fløktastu loynir
og lagnunar torskilta leik,
er tó ein vilji, ið roynir,
ein vísund, ið onga tíð sveik.

Vit skulu bert bíða og biðja,
ja, biðja, um skýggj eru svørt.
Tá sól stendur lægst - ta er niða,
brátt rennur í eystri hon bjørt.

Tann krossur, sum tyngir á nakka,
kann yrkja títt vakrasta lag;
kann henda, tú tá fert at takka
for tað, sum tú græt um ein dag.

Svend Rehling

J.S.M týddi