Skriva út

Las lestur í kirkjuni, umborð og í skúrinum

21.04.2023 Tíðindi
1 Johan Karl Hovuds

Johan Karl Djurhuus hevur bæði verið hjálparklokkari og klokkari, men hevur somuleiðis lisið lestur bæði á sjógvi og landi, og verið deknur í Selatraðar kirkju.

Deknur: - Tað hevur verið sera gott at havt Jesus við øll míni mongu ár, bæði á sjógvi og landi, sigur Johan Karl.
Í kirkju okkara hava vit eina stóran skara av kvinnum og monnum, sum ár eftir ár, í trúfesti ímóti kirkjuni, hava brúkt bæði tíð og kreftir í tænastuni, soleiðis at orðið kundi vera boðað teimum, ið komu til gudstænasturnar.

Ein av hesum trúføstu tænarum er júst Johan Karl Djurhuus. Hóast sín høga aldur kann hann líta aftur á eina ríka andaliga tænastu í staðbundnu kirkjuni og í staðbundna missiónshúsinum, men eisini undir heilt øðrum umstøðum og himmalhválvum.
Johan Karl byrjaði fyri meiri enn 60 árum síðani sum hjálparklokkari. Hetta var í 1962, men í 80’unum, tá hann var heima í nøkur ár, gjørdist hann fastur klokkari í Selatraðar kirkju.

Umframt hesa tænastuna í kirkjuni er hann eisini ein av teimum, sum hevur savnast til møtini í missiónshúsinum í bygdini.

- Eg var ungur, tá eg vitnaði fyrstu ferð her. Eg havi tó ikki verið nakrar stórur talari, men havi havt Guds orð frammi av og á, leggur hann aftrat.


Á Selatrað byrjaðu teir at tosa um at byggja nýggja kirkju á Selatrað 3. jóladag 1925. Longu fyri jól árið eftir stóð kirkjan klár at taka í brúk

Ein góður drekkamunnur
Í áhugaverdari samrøðu við Trúboðan, sigur Johan Karl við greinskrivaran Torleif Johannesen, frá nøkrum av upplivingum í arbeiðslívi sínum, men ikki minst trúarlívi sínum.

Hann greiðir her millum annað frá, at hann í fýra ár róði út í Grátufjørðinum í Grønlandi. Tá var skipanin soleiðis, at teir ikki fiskaðu sunnudagar.
- Tá plagdi eg at lesa lestur í skúrinum hjá okkum. Tað komu eisini aðrar manningar til lesturin. Og so endaði alt við at vit fingu ein drekkamunn aftaná, greiðir Johan Karl frá.
Og hann leggur í sama andadrátti aftrat:
- Hetta vóru góðar løtur.

Ikki nokk við at hann las lestrar í einum skúri í Grønlandi, so hevur hann somuleiðis lisið lestur umborð á skipum. Hann var millum annað fastur lesari umborð á Baki, sum teir áttu í fleiri ár.
- Eg haldi, at manningarnar vóru glaðar fyri lesturin, sum var úr lestrabókini hjá Jákup Dahl, sigur Johan Karl.

Eg segði bara ja
Johan Karl er óførur frásøgumaður, og hevur mangan verið brúktur, tá okkurt skuldi verða sagt um kirkjuna.
Sum nevnt omanfyri hevur hann tænt kirkjuni í meiri enn 60 ár. Tað byrjaði í roynd og veru við, at gamli klokkarin, Sjúrður Thorsvik var vorðin lamin og orkaði illa upp í tornið.

Í umtaluni av føroysku kirkjutænarunum her á heimasíðuni, skrivar Jústinus Eidesgaard, at Sjúrður var ógiftur og var húskallur hjá systur síni. Sjúrður hevði verið klokkari í samfull  30 ár.
- Hann hevði nógv at gera sum klokkari, tí hann ringdi fyrst klokkan tíggju, aftur klokkan ellivu og síðani á middegi, tá ið gudstænastan byrjaði.
- Sjúrður spurdi so meg, um eg kundi taka tørn sum klokkari tær fyrstu ringingarnar á morgni. Og eg segði ja, greiðir Johan Karl frá.


Kirkjan var klára at taka í nýtslu í desember 1925, men av tí at kirkjan var nýmálað, so vóru teir samdir at bíða við vígsluni til eftir nýggjár. Dagurin var settur til at vera 4. sunnudag eftir trettanda í 1927, sum var 23. januar

Má í kirkju
Tá ein soleiðis hevur tænt kirkjuni í 60 ár, er eisini gott onkutíð at kunna fara í kirkju bert fyri at lurta eftir einum letstri.
- Ja, eg eri onkuntíð í kirkju, uttan at vera tænari, og tað er so deiliga avslappandi, sigur Johan Karl Djurhuus.

Fyri hann er eingin ivi um, hvønn týdning ið kirkjan hevur, og hevur havt fyri hann. Ella, sum hann so rámandi tekur til: - Eg eri heilt bundin at kirkju okkara.
Nú er heimbygd hansara ikki ein av teimum størstu. Her búðu við seinastu fólkateljingina í ár, 51 fólk, sum vóru tvey fleiri enn í fjør.

Sum íðin kirkjugangari ynskti Johan Karl sjálvandi, at tað gingu enn fleiri fólk í kirkju. Men sum hann sigur:
- Tað hevði verið eitt grúiligt skil, um vit ikki høvdu havt kirkjuna. Tað er ikki sunnudagur, at eg ikki eri í kirkju, hevur hann áður sagt í samrøðu um tað at vera kirkjutænari í Fólkakirkjuni.

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)/Myndir: Birgir Waag Høgnesen