Skriva út
Langt vekk heimanífrá!
20.05.2015 Tíðindi
Sólin skínur inn gjøgnum fjalarnar í vindeyganum í mínum kamari, sum eg havi saman vid systir mínari Fanny. Eg hyggi eftir klokkuni. Hon er bara 5, og eg havi bestan hugin til at leggja meg aftur, men eg eri ikki heima í Føroyum. Eg eri langt vekk heimanífrá. Eg eri í Afrika, í landinum Malawi. Her fer man upp, tá sólin fer upp, og í song, tá sólin fer niður, so nú er tíð at fara upp.
Eg eiti Nina Davidsen, eri 22 ára gomul, og komi av Toftum. Eg eri farin allan vegin til Malawi sum volontør í 2 mánaðir, ígjøgnum danska felagsskapin folkekirkens nødhjælp, saman við 7 øðrum danskarum.
Malawi er tað fátækrasta landi í heiminum. Eg búgvi í lítlu bygdini Thomas Chirwa, saman við eini mammu og pápa og eini systir, ið eitur Fanny. Fanny dugir eitt sindur av enskum, men tað duga foreldrini ikki. Saman við Fanny, læri eg alt tað, sum ein afrikansk kvinna skal duga. Eg læri at gera mat yvir einum eldstaði, enntá eisini at baka kaku, vaska klæðir, og her er eingin vaskimaskina, nei, her er ongin streymur, so klæðini verða vaskað við hond.
Morgunin byrjar ofta við at fara eftir vatni, ið altíð er sera hugnaligt. Vit ganga uml 500 m til vatnpumpuna og heimaftur við einari fullari spann av vatni á høvdinum. Eg havi stóra virðing fyri kvinnunum her. Nú havi eg verið her í 4 vikur og føli meg sum eina ordiliga afrikanska kvinnu.
Øll bygdin er sum ein stór familja, og eg eri ofta umringað av nógvum fittum børnum, sum læra meg spøl og eisini kann eg læra tey ymisk spøl. Hóast tey ikki skilja enskt, so ber tað væl til. Tað er ótrúligt, at tey kunnu fáa so nógv burtur úr so lítlum, t.d. tekna tey niður í sandin, og halda, tað er so stuttligt. Ein fótbóltur er bara plastik posar ið eru rullaðir saman og bundnir fastir við einum bandi, so tað er blivið til ein bólt
"The Health Center" er eitt mini sjúkrahús í Lunjika. Lunjika er umleið 25 minuttir frá mínari bygd. "The Health Center" veitir nógva hjálp, serliga til barnakonur og fólk við sjúkunum HIV og malaria. Ein av bygningunum hevur stóra handilsfyritøkan Bilka latið saman við folkekirkens nødhjælp.
"Out reach clinic" er nakað “The Health Center” bjóðar. Tey fara út til lítlar bygdir, ið liggja langt vekk frá Lunjika, fýra ferðir um mánaðin. Tað er sera trupult at koma runt, tí vegirnir eru sera, sera óslættir og vánaligir. Har vera fólk kannað fyri HIV og malaria. Eisini verður "Family planning" veitt, ið er ein hjálp, har tey royna at vísa á, at ein mamma og pápi eru saman um barnið, so tað ikki verður, sum tað ofta er í Malawi, at mamman er einsamøll um barnið.
Kvinnur koma til kanningar hvørja ferð sjúkrasystrarnar koma til bygdina. Tær skulu onki gjalda fyri tænastuna, tí sjúkrahúsið veitir ókeypis tænastu til barnakonur og børn upp til 5 ár.
Í Lunkjika eru sera nógvar kvinnur við barn, og eg havi verið so heldig at upplivað at hjálpt eini jarðarmóðir, tá eitt barn kom til verðina. Konan, sum átti, eitur Anastasia Nkhima. Hon kemur frá bygdini Bota Nyironga, ið er umleið 3 km vekk frá Lunjika. Hon fekk sítt fjórða barn, 28 ára gomul. Tað fyrsta barnið fekk hon í 2006, tá hon var 19 ár. Hon bleiv gift í 2005, men stutt eftir hon hevði fingið barnið, fekk maðurin eina aðra konu og tey skildust. Men í 2007 bleiv hon uppaftur gift – ja í Malawi gongur skjótt fyri seg. Tá hon bleiv gift við hesum seinna manninum, vildi maðurin, at hon ikki tók sítt fyrsta barn við sær. Tað er so, at tá ein kvinna verður gift her í Malawi, so flytur hon til bygdina har maðurin býr, og tí var hon noydd at lata barnið verða eftir hjá ommuni fyri fyrst. Men hon segði, at í dag býr barnið heima hjá henni og manninum.
Eg spurdi hana um broytingarnar á "The Health Center", og hon sigur, at nú er nógv meira pláss og man fær góða hjálp, og hon er takksom fyri at folkekirkens nødhjælp og Bilka vildu lata nýggjan bygning til The Health Center.
Eitt sera gott dømi um mentanina, og tað, at menn hava størri makt, sá eg, tá eg spurdi hana um hon vildi hava fleiri børn. Tá segði hon ja, men at tað er maðurin sum ræður. Hon hevur heldur ikki verið til "Family Planning", tí maður hennara vil ikki. Eg kann leggja afturat, at hon hevur ikki nakra serliga skúlagongd. Hon hevur gingið í skúla í umleið 5 ár. Hon dugir hvørki at skriva ella lesa. Tað er sera hart at síggja, men synd at siga so vísir hetta væl mentanina í Malawi. Tað eru nógv fleiri dreingir og menn, sum duga at lesa og skriva enn kvinnur. Tað sama er galdandi, tá tað kemur til at tosa enskt.
Nú eru bara 2 vikur eftir her í býnum, og tíðin gongur skjótt. Eg havi longu lært nógv og eg royni nú at njóta ta tíðina eg havi eftir sum volontør her í Malawi, og at hjálpa so nógv eg kann.
Sí fleiri myndir:
Bliv frivillig i udlandet
Rejseudbyder: Folkekirkens Nødhjælp
Rejsens varighed: fra cirka 6 til 12 uger
Destinationer: Malawi og Nepal
Om rejsen: Oplev en ny side af verden – og af dig selv som frivillig i udlandet. Du bliver forberedt på rejsen sammen med andre unge, og når du kommer til værtslandet, bor du hos en lokal familie. Du deltager i deres hverdag med alt hvad det indebærer fra at hente vand til at arbejde i marken og lave mad. Måske kommer du også til at spille fodbold med det lokale hold, undervise på den lokale skole eller noget helt tredje. Du vil også opleve Folkekirkens Nødhjælps arbejde, og når du kommer hjem, kan du deltage i spændende kampagneaktiviteter.
Infomøder: København: 11. august kl. 19.00-20.30 (Nørregade 15) og
Aarhus: 13. august kl. 19.00-20.30 (Klostertorvet 6, 3.sal)
Næste rejse: Oktober 2015
Kontakt: hede@dca.dk eller nbbe@dca.dk
Læs mere på www.noedhjaelp.dk/go-global
Facebook: Go Global Folkekirkens Nødhjælp
Instagram: #FKNGoGlobal
Onnur tíðindi