Skriva út

LANGI FRÍGGJADAGUR OG ”VIA DOLOROSA”

10.04.2020 Tíðindi
Høvuðsmynd til grein.jpg

Langi fríggjadagur er í kristnu siðvenjuni til minnis um dagin, tá Jesus Kristus doyði á krossinum - fyri mannaættina, tað er okkum syndarar. Dagurin verður í stóran mun settur í samband við kenda latínska "VIA DOLOROSA", sum merkir "pínslu- ella líðingarvegur Harrans", ið er ein trong, steinsett gøta, sum liggur í Gamla býarpartinum í Jerusalem.

Hetta er gøtan, ið sigst at vera leiðin, Frelsarin gekk frá Pilatusi, har Jesus var dómfeldur við orðunum frá mannamúgvuni: "krossfest hann!" til Krossfestingarstaðið Golgatha, fyri nær um 2000 árum síðani.

Á leiðini verða einstakar hendingar mintar - tey sonevndu 14 minningarstøðini - støðini har Jesus datt ella hoyknaði, meðan hann bar krossin út á Golgatha. Tey 14 minningarstøðini eru:

1. "Jesus verður dømdur til deyða." Sambært evangeliinum verður Jesus dømdur til deyða av rómverska landshøvdinginum, Pontius Pilatusi eftir trýsti frá jødisku átrúnaðarligu leiðarunum.

2. "Jesus fær krossin at bera." Eftir dómin varð Jesus sambært evangeliinum yvirlatin til rómversku hermennirnar, ið eyðmýktu hann, slógu hann og settu tornakrúnu á høvur hansara.

3. "Jesus dettur fyrstu ferð." Evangeliini nevna ikki nakað um, at Jesu dettur á veg út á Golgatha. Hetta er fyrsta minningarstaðið av trimum, har Jesus hoyknar undir vektini av krossinum, ið hann sjálvur varð noyddur at bera á vegnum út á Golgatha.

4. "Jesus møtir móðir síni, Mariu." Móðir Jesusar hevur ikki nakran týðandi leiklut í líðingarsøguni, tá hugsað verður um tað, ið er umrøtt í Nýggjastestamenti. Sambært Markusar-, Matteusar- og Lukasar-evangeliinum er hon als ikki hjástødd. Í Jóhannesarevangeliinum verður tó eitt lítið pláss latið til hennara - við sjálva krossfestingina.

5. "Símun úr Kýrene hjálpir Jesusi við at bera krossin." Sambært Markusar-, Lukasar- og Matteusar-evangeliunum hjálpti Símun úr Kýrene Jesusi at bera krossin út á Golgatha. Av tí at Símun kom úr Kýrene í Norðurafrika, spretti tann siðvenjan, at Símun var hitt fyrsta "litta halgimennið", og at synir hansara, Rufus og Alexandur, gjørdust trúboðarar.

6. "Veronika turkar sveittan av andliti Jesusar." Veronika var sambært halgisøgu úr miðøldini ein av kvinnunum, Jesus møtti á vegnum út á Golgata. Til tess at lætta um, doyva pínu og líðing hansara turkaði hon andlit Jesusar við einum klæði, har sveitti og blóð hansara aftaná sýndu seg kámt sum andlitsmynd av Jesusi.

7. "Jesus dettur aðru ferð."

8. "Jesus uggar og troystar kvinnur Jerusalems." Frásøgnin um Jesus, ið talar til grátandi kvinnurnar, er úr Lukasarevengeliinum. Jesus áminnir kvinnurnar, ið møguliga hava hoyrt til viðhaldsfólk hansara, um at goyma tárini til tær vanlukkuligu tíðirnar, ið fóru at koma eftir deyða hansara.

9. ”Jesus dettur triðju ferð."

Tey fimm síðstu minningarstøðini eru í Hini Heilagu Gravarkirkjuni:

10. "Klæðini verða tikin frá Jesusi." Hendingin við teimum rómversku hermonnunum, ið kasta lut um klæðini, er kend í øllum fýra evangeliunum.

11. "Jesus verður negldur á krossin." Sambært evangeliunum verður Jesus krossfestur saman við tveimum øðrum, og tað eru tveir ránsmenn. Sambært Jóhannesarevangeliinum eru Maria, móðir Jesusar, Maria Magdalena, ein heilt triðja Maria og tann lærusveinurin, Jesus elskaði, hjástødd.

12. "Jesus doyr á krossinum." Deyði Jesusar verður fylgdur - sambært teimum fýra evangeliunum - av fýra ymiskum stórhendingum. Forhangið í templinum skrædnaði í tvey, tað gjørdist myrkt, hóast dagurin ikki var liðin, og sambært Matteusevangeliið rísa deyð enntá upp úr grøvunum og ganga inn í heilaga staðin, Jerusalem, har tey vísa seg fyri mongum.

13. "Jesus verður tikin niður av krossinum." Sambært øllum fýra evangeliunum er tað Jósef úr Arimateu, ein av lærusveinum Jesusar, ið tekur hann niður av krossinum.

14. "Jesus verður lagdur í grøvina." Síðani ballar Jósef klæði um likam Jesusar og leggur tað inn í grøvina.

Í nýggjari tíð: 15. "Uppreisnin."

"Via Dolorosaleiðin" verður eisini nevnd "krossarvegur Harrans" sum er eitt týdningarmikið og heilagt ferðamál fyri pílagrímar í Jerusalem.  Millum ár og dag vitja og ganga kristnir pílagrímar í túsundtali hesa leiðini - í fótafetum Frelsarans - sum er um leið 600 m - Úr Antoniaborgini, har Jesus verður dómfeldur til Heilagu Gravarkirkjuna.


                     
Hin Heilaga Gravarkirkjan, ið á enskum verður kallað "The Holy Sepulchre" er kristin kirkja í Jerusalem, sum er bygd á Golgatha, staðið, har Jesus sambært kristnu siðvenjurnar varð krossfestur. Í Heilagu Gravarkirkjuni er somuleiðis grøvin, har Jesus sambært halgisøguni varð lagdur inn í eftir deyða sín, - og hon hevur tí verið eitt týdningarmikið pílagrímsferðamál fyri kristin - heilt aftur í 4. øld.  Í Eysturkirkjuni er kirkjan kend sum Uppreisnarkirkjan.

Hin Heilaga Gravarkirkjan er í dag felags fyri fleiri ymiskar kristnar bólkar, sum hvør sær hava egin kapell. Kirkjan er í dag sæti hjá ortodoksa patriarkinum í Jerusalem og einum katólskum erka-diakoni. Hon verður tí mett sum hin heilagsta kirkjan í kristnu trúnni.

Langafríggjadag, tá Jesus doyði á krossinum, fóru dyrnar á ríki Guds at latast upp fyri falnu mannaættini, har menniskjan kundi koma við sínum ringastu royndum, missum og meiningsloysi, men kortini koma á mál. Frá fyrsta páskamorgni hava dyrnar altíð staðið opnar.

Tí við Guds ófatuliga lívgevandi "ja" páskamorgun - gerst Via Dolorosa, pínsluvegur Jesusar, til Via Vitae, okkara lívsins vegur.

Tá samanum kemur, er Langifríggjadagur eisini ein góður fríggjadagur, sum bretar nevna "Good Friday". Og tí kunnu vit eisini í dag, meðan vit bíða eftir páskamorgni - hava álit og vissu um, at alt tað, ið vit hava við okkum, er fevnt av hansara fyrigevandi kærleika og felagsskapinum við honum, sum eisini á hesum góða, langa fríggjadegi ikki bert brýtur breyðið, men eisini myrkrið og deyðan.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, faðir, syni og heilaga anda, sum altíð hevur verið, er og altið verður ein sannur tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir!

Amen.

Orð og myndir: Marjun A. Lómaklett.