Skriva út
Lærusveinaskúlin PODAS á Tvøroyri í vikuskiftinum
10.01.2019 Tíðindi
Umleið 20 lesandi í PODAS norðanfjørðs og lærarar teirra fara eftir ætlan í Suðuroynna komandi vikuskifti. Summi eru núverandi lesandi og onnur fyrrverandi. Ætlanin er at vitja øll ellis- og røktarheimini í oynni við talu og sangi. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00 (11.-13. jan.) fara tey at taka lut á missiónsvikuni, sum verður í Tvøroyrar missiónshúsi.
Hetta er ein stór avbjóðing fyri tey lesandi, og gleða tey seg at bera fram gleðiboðini, at Gud elskar øll menniskju uttan mun til, hvør ein er, og at Gud vil fyrigeva og hjálpa okkum í allari neyð okkara. PODAS-fólkini leiða, tala og syngja á møtunum, og vilja tey øll fegin heilsa uppá oyggjafólkið - ung sum gomul! Um onkur er, sum vil hava samtalu og forbøn, so verður høvi til tess.
PODAS Ekklesias er ein lærusveinaskúli, sum byggir á lærugrundarlagið hjá Fólkakirkjuni. Nøkur hundrað lesandi – ung og gomul, kvinnur og menn – hava verið á skúlanum, sum byrjaði í 2008. Navnið á skúlanum er grikskt og merkir kirkju (ekklesias) føtur (podas). Í dag vilja nógv vaksa og mennast á øllum økjum. Tað hevur kristna kirkjan altíð vilja: at tess limir skulu vaksa og læra við Jesu føtur, og at tey skulu tæna við næstans føtur.
PODAS hevur seinastu 10 árini havt flokkar við vikuligari undirvísing um alt Føroya land og av og á í Keypmannahavn. Nú hevur PODAS 9 skúlaflokkar í alt. Kristna læran og kristna lívið fyllir nógv í undirvísingini eins og at tæna Gudi og okkara næsta. Ynski hjá PODAS er at koma longur út við hesum skúla og at arbeiða saman við teimum, sum vilja út við góðu tíðindunum um Jesus Krist og kærleika hansara.
PODAS lærir, at Jesus bjóðar øllum frið og gleði og ævigt lív, og at Jesus eisini kallar øll til at gerast lærusveinar sínir og eftirfylgjarar. – Síðan 2017 hevur PODAS sent trý toymi til Íslands, sum hava vitja kirkjur og ellisheim um alt landið. Í 2017 vitjaði íslandstoymið hjá PODAS Bispaskrivstovuna, og í 2018 Sendistovu Føroya í Reykjavík.
Sunnumorgun, 13. januar, fara tveir prestar og PODAS-lesandi at taka lut í gudstænastu í Vági kl. 11.00 og í Hvalba kl. 12.30 við prædiku, sangi og spæli.
Vegna Íslandstoymið hjá PODAS og PODAS-skúlan í Hvalvík.
Mynd: Íslandstoymið hjá PODAS í Íslandi 2018 - uttast til vinstru Ragnar Sneir Karlsson, fyristøðumaður á Hotel Ørkin í Reykjavík.
Bergur D. Joensen, formaður
Onnur tíðindi