Skriva út
KYRRUTÚRUR - ÚR ÆÐUVÍK, HEIM Í NES KIRKJU
24.09.2021 Tíðindi
Æðuvík er í Nes kirkjusókn. Teir gomlu gingu tískil heim á Nes í kirkju. Ætlandi verður farið sama túr leygardagin 25. september. Tó er talan um ein túr í kvirru - kyrrutúr - har høvið er til bøn, djúphugsni og náttúruans. Telefonirnar verða í lummunum henda lítla tíma, meðan gingið verður.
Farið verður frá missiónshúsinum í Æðuvík kl. 18.30.
Heimkomin á Nes er møguligt at fara í nýggja prestagarð at lata seg í annan fótbúna og gera seg kláran til gudstænastuna sum byrjar í Nes kirkju kl. 20.00.
Gudstænastan verður skipað saman við ungum fólki, og hevur tískil ein ungdómsdám. Altargongd verður.
Vónandi viðrar. Tað skal tó nógv til at avlýsa. Fólkið letur seg í eftir veðrinum.
Vælkomin øll!
Onnur tíðindi